Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Heldur eitt skip við ongari máling sum kundi fiskað alt árið.

Tað var speiska útsøgnin hjá einum av trolmonnunum umborð á Sjúrðarbergi, tá sjómanstrúboðarin mánadagin vitjaði umborð, ynskti gott nýggjár og til lukku við “nýggja” skipinum.

Sjúrðarberg hevur verið í Noregi á sleipistøð har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt. Harafturat er hann sandblástur og málaður frá vandganginum og upp í masstratoppin, so hann sær gott út, hóast síni 33 ár.

- Heldur eitt ómálað skip, sum kundi fiskað alt árið! skal skiljast sum ein speisklig útsøgn, nú skipið er nýmálað, men kemur óivað at missa nógv tons av toski í Barentshavinum av nýggju fiskivinnulóggávuna og niðurskurðinum í mestloyvdu veiðu í Barentshavinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo