Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Vinna

Havstovan: Týsdagin kom Magnus Heinason aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Heldur meira var skrásett av norðhavssild í ár enn í fjør.

Hinvegin tykist, at nakað minni av svartkjafti var at síggja. Tó skal viðmerkjast, at kanningarøkið broytist frá ári til árs, so úrslitini kunnu ikki beinleiðis sammetast millum ár.

Mesta av sildini stóð í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum og minst var at síggja mitt í kanningarøkinum. Tað er framvegis í høvuðsheitum stór og gomul sild, sum stendur í hesum økinum, men í ár sást eisini nógv av seks ára gamlari sild, sum bendir á, at støddin av 2013 árganginum er hampulig.

Svartkjaftur var at síggja upp at føroyska landgrunninum og á og móti Íslandsrygginum. Nøgdirnar vóru størstar syðst í kanningarøkinum. Útbreiðslan í ár og fjør er heldur øðrvísi enn árini 2014-2017, tá ungur svartkjaftur hevur verið at sæð í mestsum øllum føroyska kanningarøkinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Samlaða nøgdin av norðhavssild, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi um hálvan juni.

Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo