Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Norska fregattin Helge Ingestad, sum í farnu viku rendi saman við einum tangabáti nærhendis Bergen, stendur ikki til at bjarga.

Fleiri trossar, sum vórðu settir fastir í land, eru slitnaðir, og skipið er nú so gott sum alt undir - bara eitt radartorn og okkurt annað uppstandandi er enn omanfyri sjóvarmálan.

Roynt verður at forða fyri dálking og annars avmarka skaðan mest møguligt, siga bjargingarfólk á staðnum við norska miðilin VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo