Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Innlendis ítróttur

Olaf Berg (høgrumegin) vinnur á danska stórmeistaranum Carsten Høi í gjár. Olaf møtir Helga Dam Ziska í síðsta umfari í dag í rættari FM-finalu

Talvsambandið: Støðan broyttist í oddanum í FM-bólkinum í einstaklingakappingini í talvi í næstsíðsta umfari í gjár.

Tað var telvað við størri kraft og flogi í gjár enn fyrradagin. Helgi syfti Hans Kristian Simonsen sum ein vøtt og vann flott og elegant í góðum álopstalvi. Á øðrum borðum lagaðu úrslitini seg eisini eftir vild hjá okkara stórmeistara.

Lettiski stórmeistarin Normunds Miezis var fyri sínum fyrsta ósigri í gjár. Svin Drazen Dragicevic knógvaði honum í einum spennandi og vælleiktum talvi.

Og so var Olaf Berg aftur í rætta lagnum í gjár. Danski stórmeistarin Carsten Høi varð koppaður í einum roktalvi, har Olaf væl upplagdur fekk høvið at vísa síni kynstur og taktisku evni. Hetta er onnur ferðin seinasta árið, at Olaf vinnur á fleirfalda danmarkarmeistaranum.

Fjórða talvið í gjár var ógvuliga friðarligt. Carl Eli og Sjúrður samdust um remis eftir nakrar leikir. Sostatt slapp Sjúrður úr óndu ringrásini við fleiri ósigrum á rað.

Støðan í Landsliðsbólkinum undan síðsta umfari:

GM Helgi Dam Ziska, HT 4½ stig
Drazen Dragicevic (Svøríki) 4
GM Normunds Miezis (Lettland) 4
FM Olaf Berg, HT 3½
FM Hans Kristian Simonsen, KT 3
GM Carsten Høi (Danmark) 3
FM Carl Eli Samuelsen, HT 1½
Sjúrður Thorsteinsson ½

Helgi og Olaf í FM-finalu

Í seinasta umfari í dag møtast Helgi Dam Ziska og Olaf Berg. Vinnur Olaf við hvíta fólkinum, stendur á jøvnum teirra millum, og tá áseta reglurnar umdyst um FM-heitið. Vinnur Olaf ikki, verður Helgi føroyameistari.

Hendir tað, er tað triðja árið á rað, at okkara stórmeistari er føroyameistari. Tað er bara komið tvær ferðir fyrr eftir stovnan Talvsambandsins, at telvari vinnur FM-heitið tríggjar ferðir í eitt koyr. Fyrra ferðin var, tá Luitjen Apol úr Havnar Telvingarfelag vann árini 1974, 1975 og 1976. Heini Olsen, sáli, úr Klaksvíkar Talvfelag endurtók bragdið við trimum FM-sigrum á rað árini 1991, 1992 og 1993.

Vinnur Helgi í ár er tað hansara fimta FM-heitið fyri einstaklingar. Hann kemur tá upp undir liðina á Heina Olsen og verður mest vinnandi núlivandi telvari hvat sigrum í FM-einstaklingakappingini viðvíkur.

Í 7. og seinasta umfari í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:

Olaf - Helgi
Dragicevic - Høi
Sjúrður - Miezis
Hans Kristian - Carl Eli

Hinir bólkarnir
Hin blaðungi Luitjen A. Apol hugtekur øll við flottu sigursrøðini í 1. bólki. Hann hevur longu tryggjað sær sigurin í bólkinum og atgongd til FM-bólkin næsta ár.

Í almenna bólkinum er hørð kapping um sigurin. Spenningurin er ikki minni í unglingabólkinum. Elias Petersen, sum hevur verið fremstur allan vegin, var fyri sínum fyrsta ósigri í gjár í talvinum móti Rógva Mørkøre. Benjamin Reinert Fjallheim nýtti høvið til at leggja seg á odda í bólkinum, og í síðsta umfari í dag møtast teir báðir oddafiskarnir í einari rættari FM-finalu sínamillum.

1. bólkur
Luitjen A. Apol, HT 5½
Leif Reinert Fjallheim, HT 4
Jóanes Vitalis Hansen, HT 4
Herluf Hansen, HT 4

Almennur bólkur
Heðin Gregersen, KT 5
Jaspur T. Gaard, HT 4½
Sjúrður Olsen, VT 4

Unglingar
Benjamin Reinert Fjallheim, HT 5½
Elias Petersen, HT 5
Flóvin Matras Tummasarson, KTF 4½

Flest FM-heiti
Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.

Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.

Niðanfyri sæst hvørjir hava vunnið meistaraheitið oftast.

J.P. Henriksen, HT 9  (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Heini Olsen, KTF 5  (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4  (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, TT 4  (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4  (2003, 2004, 2006, 2009)
Helgi Dam Ziska, HT 4 (2008, 2011, 2017, 2018)

FM-vinnarar síðstu árini
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT

Farið verður undir seinasta umfar í FM-kappingini í dag klokkan 14:00. Telvað verður á Finsen í Havn. Ókeypis er at støkka inn á gólvið, eisini ber til at síggja talvini leik fyri leik á netinum - leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo