Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Eftir tvey umfør er Helgi Dam Ziska einsamallur á odda í meistaraflokkinum í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Stórmeistarin hevur sum tann einasti vunnið bæði talvini higartil.

Helgi hevur verið ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum í báðum fyrstu umførunum. Leygardagin vann hann á Ólavi Simonsen, og sunnudagin á Rógva Mortensen. Í øðrum umfari offraði hann óvæntað finnu frúgvarmegin í einari Samisch-líkari støðu í kongaindiskum, men fekk sera gott spæl og vann í stórum stíli.

Rógvi Egilstoft Nielsen snávaði. Rani Nolsøe lumpaði hann og átti helst at vunnið, men frysti og beyð remis í knappari vend. Rani telvaði varnari enn hann er vanur við hvíta fólkinum, uppstillingin minti eitt sindur um tað, sum í gomlum døgum var kallað fyri toftaindiskt, men tá ið Rógvi fór í kongsálop, var hann tikin á bóli, tí brádliga stóð ein riddari hjá honum ikki til at bjarga. Rógvi kann fegnast um, at hann ikki tapti, og Rani iðra seg um, at hann ikki vann.

Carl Eli Samuelsen vann í drúgvum talvi á Hans Kristiani Simonsen, sum í fyrsta leiki flutti hvíta finnu á a3. Eitt nýtt originalt rock´n´roll riff frá kollfirðinginum. Endamálið var helst at taka Carl Eli á bóli, tí tað er barnalærdómur, at soleiðis flytur tú ikki í fyrsta leiki. Men hvussu er og ikki; Hans Kristian  fekk fína støðu, og mundi hava fyrimunin eina løtu. Men Carl Eli er góður kamptelvari og fekk so líðandi vent støðuni til egnan fyrimun. 

Í fjórða talvinum millum Sjúrð Thorsteinsson og Ólav Simonsen skakaðist javnvágin ikki, og talvið endaði javnt.

2. umfar - landsliðsbólkurin
Rógvi Mortensen - Helgi Dam Ziska 0 - 1
Sjúrður Thorsteinsson - Ólavur Simonsen ½ - ½
Hans Kristian Simonsen - Carl Eli Samuelsen 0 - 1
Rani Nolsøe - Rógvi Egilstoft Nielsen ½ - ½

Støðan í Landsliðsbólkinum:
Helgi Dam Ziska 2 stig
Rógvi Egilstoft Nielsen 1½
Carl Eli Samuelsen 1½
Rani Nolsøe 1
Sjúrður Thorsteinsson 1
Ólavur Simonsen ½
Rógvi Mortensen ½
Hans Kristian Simonsen 0

Kappingin harðnar
Yrkadagarnar fyri páskahalguna verður ikki byrjað at telva fyrr enn klokkan 16:00 á degi. Í triðja umfari verður telvað soleiðis í FM-bólkinum:

3. umfar (mánadagin 26. mars kl. 16:00)
Rógvi Egilstoft Nielsen - Rógvi Mortensen
Carl Eli Samuelsen - Rani Nolsøe
Ólavur Simonsen - Hans Kristian Simonsen
Helgi Dam Ziska - Sjúrður Thorsteinsson

Í 1. bólki eru tríggir telvarar á odda við 1½ stigi. Teir eru Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag og Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag. 

Í almenna bólkinum er Jón Andreasen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda við tveimum stigum.

Og í unglingabólkinum eru Suni í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar talvfelag fremstir við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo