Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann bæði meistaraheiti og altjóða kappingina, sum skipað var fyri í samband við FM-talvkappingina fyri einstaklingar, sum endaði í dag.

Helgi fór ósigraður gjøgnum alla kappingina. Hann vann fýra talv og telvaði trý jøvn. Hann fekk tí 5½ stig av sjey møguligum, og endaði eitt hálvt stig framman fyri tveir av útlendsku gestatelvarunum í bólkinum. 

Útlendsku telvararnir vóru danski stórmeistarin Carsten Høi - danmarkarmeistari 1978, 1986 og 1992 - lettiski stórmeistarin Normunds Miezis - lettiskur meistari 1991 og 2006 - og sviin Drazen Dragicevic.

Útlendsku telvararnir vóru bodnir við, so at kappingin kundi fáa altjóða gildi. Endamálið var, at føroysku telvararnir kundu royna at vinna sær norm til altjóða IM-heiti, men av tí at ov fáir av fremstu føroysku telarunum vóru við, var luttakaratalið í bólkinum lækkað niður í átta. Tað bar so í sær, at Landsliðsbólkurin fekk ikki gildi sum IM-kapping kortini. Av føroyskum topptelvarum, sum kundu styrkt FM-bólkin, kunnu nevnast Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, John Arni Nilssen, Martin Poulsen o.a.

FM-finala
Talvið millum Helga Dam Ziska og Olaf Berg í síðsta umfari í dag fekk støðu sum FM-finala, tí Olaf var tann einasti av føroysku telvarunum, sum kundi fáa Helga aftur. Útlendsku telvararnir vóru ikki partur av kappingini um sjálvt FM-heitið. 

Men talvið millum FM-finalistarnar gjørdist ongantíð av álvara spennandi. Helgi telvaði væl og vann trygt við svarta fólkinum. Olaf royndi seg við dupultari fiancetto, men uppbyggingin var nóg so varlig, av tí sama kom fólkið hjá honum at standa heldur óvirkið. Helgi bygdi upp fínan posisjónellan struktur frúgvarmegin, og vann bæði instruktivt og sannførandi.

Helgi endaði einsamallur á 1. plássi. Eitt hálvt stig aftari vóru Dragicevic og Miezis, sum báðir telvaðu ógvuliga væl og vunnu flottar sigrar í dag móti ávikavist Carsten Høi og Sjúrði Thorsteinssyni.

Fjórða talvið í dag var millum Hans Kristian Simonsen og Carl Eli Samuelsen, og tað endaði remis eftir fáar leikir.

Endaliga støðan í FM-bólkinum:
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540 5½ stig
2. FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334 5 stig
3. GM Normunds Miezis (Lettland) 2468 5 stig
4. FM Hans Kristian Simonsen, KT 2147 3½ stig
5. FM Olaf Berg, HT 2212 3½ stig
6. GM Carsten Høi (Danmark) 2354 3 stig
7. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2196 2 stig
8. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2228 ½ stig

Hinir bólkarnir
Kanska lutfalsliga besta einstaka avrikið í allari kappingini var tað hjá hinum 13 ára gamla Luitjen A. Apol í 1. bólki. Hann fekk 6½ av sjey stigum í alt og sigraði í stórum stíli. 

Luitjen man vera mest gávaði unglingurin í føroyskari telving í dag. Hann tykist hava rætta viljan og hugburðin, so spennandi verður at fylgja hansara gongd í komandi tíðum. Luitjen er abbasonur navnan, sum í síni tíð var í fremstu røð í føroyskari telving.

Í almenna bólkinum vóru fleiri um boðið, men Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag var tann drúgvasti, tá ið til stykkis kom.

Í unglingabólkinum var 11 ára gamli Elias Petersen leingi á odda, men í endaspurtinum fekk Benjamin Reinert Fjallheim hann aftur og streyk avstað við FM-heitinum.

1. bólkur (8 telvarar)
1. Luitjen A. Apol, HT 6½ stig
2. Leif Reinert Fjallheim, HT 5
3. Jóanes Vitalis Hansen, HT 4

Almennur bólkur (12 telvarar)
1. Heðin Gregersen, KTF 5½
2. Sjúrður Olsen, VT 5
3. Jaspur T. Gaard, HT 4½

Unglingar (8 telvarar)
1. Benjamin Reinert Fjallheim, HT 6
2. Elias Petersen, HT 5½
3. Flóvin Matras Tummasarson, KTF 5½

Helgi flest FM-heiti
Helgi Dam Ziska er nú tann av núlivandi føroyskum telvarum, sum hevur vunnið flest FM-heiti fyri einstaklingar. FM-sigurin í ár er hansara fimti í alt. Bara Heini Olsen, sáli, hevur í nýggjari tíð vunnið FM-heitið líka ofta. 

Helgi hevur nú eisini vunnið FM-heitið trý ár á rað. Tað er ikki hent síðani Heini Olsen vann í 1991, 1992 og 1993. Og fara vit uppaftur longur aftur, vann Luitjen Apol í 1974, 1975 og 1976.

Telvað hevur verið á hvørjum ári um FM-heitið síðani 1972, men áðrenn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970 var eisini telvað um føroyameistaraheitið. Tey árini - frá 1938 til 1956 - vóru tað mest bara telvarar í Havn, ið kappaðust sínamillum um FM-heitið, tí tá vóru so fáir telvarar úti um landið, ið hættaðu sær at bjóða havnarmonnum av.

Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.

Niðanfyri sæst hvørjir hava vunnið meistaraheitið oftast.

J.P. Henriksen, HT 9  (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)
Heini Olsen, KTF 5  (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4  (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, TT 4  (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4  (2003, 2004, 2006, 2009)

Í nýggju øldini sær FM-kongsrøðin soleiðis út:
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgård, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgård, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT

Tveir ernir feðgar. Vinstrumegin Luitjen Akselson Apol, sum bara 13 ára gamal hevur vunnið 1. bólk í stórum stíli

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo