Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Meiddi rógvarin er nú ávegis til Havnar í sjúkrabili og Sverri á veg aftur á Víkar eftir restini av ísraelunum sum um middagsleitið komu illa fyri í kajakk.

Sverri væntar ikki tað verður nakar trupulleiki at fáa teir umborð og ætlar so at fara antin á Oyrargjógv ella onkra av bygdunum - Sørvág, Miðvág ella Sandavág við restini.

Líkindini eru góð vestanfyri í dag.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at fara inn á eina sandstrond og so sleppa útaftur, tí kajakkirnar eru sera lítlar og tað súðar altíð eitt sindur.

Helst er fjáltur komin á útlendsku ferðafólkini sum tí hava biðið um hjálp.

Les eisini:

Sverri tikið ein rógvara umborð

Sverri á veg at bjarga kajakkum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo