Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Politikkur

Eftir orðaskiftinum undir 1. viðgerð av sjófeingislógini at døma í dag, sær ikki út til at sambandsmenn hava verið við í arbeiðinum at orða samgonguskjalið og smíða lógaruppskotið.

Ein sambandsmaður hótti við ikki at taka undir við uppskotinum, fekk hann ikki sín vilja og ein annar segði seg samdan í tí.

Løgmaður hevur annars sagt, at Sambandsflokkurin stendur saman og er samdur um fiskivinnuna og hevur enntá sagt seg eiga stóran part av samgonguskjalinum, men eftir orðaskiftinum í dag at døma, so vístu sambandsumboðini alt annað.

Johan Dahl, sambandsmaður á tingi í dag: - Um henda lógin fer ígjøgnum, uttan at vit fáa skattalógina ígjøgnum samtíðis, so hava vit ein trupulleika, og hann ætli eg mær ikki at sita við 1. januar.

Erhard Joensen, sambandsmaður á tingi í dag: Eg haldi tað er vigtugt at skattalógin er avgreidd saman við hesari lógini.

Báðir vóru endurgivnir í Breddanum seinnapartin:

Lurta her (frá 16:00)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo