Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tit siga at vit skulu fáa eina samhaldsfasta gjaldskipan til vegakervið, tí havi eg nakrar spurningar.

Gjalda vit  bileigarar ikki nokk sum nú er?

Sambært upplýsingum frá løgtinginum fyrr í ár, gjalda bileigararnir árliga 300 mill. kr meira inn í landskassan enn hvat landskassin letur árliga útaftur til vegakervið.

Tað vil siga at tað tíð sum Vágatunnilin hevur verið opin t.v.s 14 ár hava vit bileigarar goldið 4,2 milliardir meir inn í landskassan enn hvat er komið útaftur til vegirnar, umframt bummgjald uppá fleiri hundrað mill. kr.

Hvussu kunnu tit tá siga at tað ikki er nakað til rakstur av tunlunum?

Tit siga at tit vilja koma við einari samhaldsfastari gjaldskipan til brúk av vegakervinum sum óivað merkir meira gjald til bileigararnir tí spyrji eg teg Henrik Old; nær er nokk, nokk?

Eri sera spentur uppá hvussu tit klára at fáa eina samhaldsfasta skipan.

Skal tað uppá brúkaragjald, t.v.s meira gjald til bileigaran.

40% av Føroya fólki býr í Havn og brúkar at kalla als ikki landsvegirnar, skulu tey ikki vera við á jøvnum føti vit okkum onnur at gjalda í krónum, um ikki í krónum hvussu kanst tú so kalla tað samhaldsfast?

Samhaldsfast merkir væl at øll skulu gjalda og gjalda eins nógv. Hvussu ætlar tú tá at fáa øll við sum brúka vegakervið og ikki sita aftan rættið. Kann man kalla tað samhaldsfast tá ferðafólkini ikki gjalda við inn í tað samhaldsfasta?

Tá vit norðanfjørðs skulu gjalda 100% av íløgum í tunlunum umframt bil og brenniolju meðan suðuroyingar vera fluttir við snotiligum skipi goldin av okkum øllum skattgjaldarum umframt tá ein suðuroyingur við bili ferðast til høvuðsstaðin við bert at gjalda ca 25-30% av rakstrinum og null kr fyri íløguna, hvussu ætlar tú tá at fáa suðuroyingar at vera við á jøvnum føti í tí samhaldsfastu loysnini?

Kundi sett nógvar spurnigar av slíkum slag, men tað stutta er at vit bileigarir gjalda nokk sum er og sera torført er at fáa eina skipan har øll eru líka stillaði.

Alt sum eitur brúkaragjald er eitt slag av útjaðaraskatti.

Tað finnast fleiri hættir at krevja inn uppá, tað minst samhaldsfasta er eitt og hvørt slag av brúkaragjaldið.

Anskar Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo