Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Henrik Old hevur nú avgjørt at frá 1. januar komandi ár verður tað ókeypis at ferðast ”til gongu” umborð á Strandfaraskipum Landsins.

Orsøkin er, at at tey ferðafólk norðanfjørðs, ið eru so heppin at verða bjóðað uppí ein bil og koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil, ikki gjalda nakað til tað almenna sum ferðafólk, tí bummgjaldið umfatar bert sjálvan bilin.

Oldurin kallar tað eina samhaldsfasta skipan nú ”blindir” passagerar eisini skulu sleppa ókeypis við skipunum.

Men Henrik gloymir tað mest týðandi tá hann sammetir skip og tunlar.

Skipini flyta seg – tað gera tunlarnir ikki.

Tað nyttar ikki at seta seg inn í ein tunnil og vænta at verða fluttur, tí tunnilin flytir ongan.

Henda sonevnda samhaldsfasta skipanin hjá Henrik Old er ikki serliga solidarisk mótvegis teimum sum einki koyrikort hava, ella ikki hava ráð til bil, uttan so at sama ókeypis skipanin eisini umfatar allar teir bláu bussarnar hjá Bygdaleiðum.

Leið 400 hjá Bygdaleiðum flytir meira enn 100.000 ferðafólk árliga, so her kunnu ferðandi spara væl av peningi um tað gerst ókeypis at koyra við Bygdaleiðum.

Tá eitt ferðafólk tekur túrin frá Farstøðini í Klaksvík til Farstøðina í Havn kostar tað 100 kr.

Og tá farið verður aftur til Klaksvíkar skal aftur gjaldast 100 kr.

Ein havnatúrur við kollektivu ferðsluni hjá Henrik Old kostar sostatt 200 kr.

Túrurin Drelnes-Tórshavn kostar til samanberingar bert 80 kr og rindast skal bert annan vegin.

Sostatt er ein havnatúrur hjá einum gonguførum tvørámanni meira enn helvtina bíligari enn ein havnatúrur hjá einum gonguførum klaksvíkingi.

Nú ætlar Henrik Old at tvørámaðurin skal fáa túrin ókeypis, meðan klaksvíkingurin framvegis skal gjalda 200 kr.

Endamálið við hesi kollveltandi broyting er at gera skipanina meira solidariska.

Javnaðarflokkurin er kanska vorðin serliga kreativur nú valið nærkast, men tað hevði verið gott um flokkurin kundi givið okkum eina dagførda allýsing av, hvussu orðið ”samhaldsfast” skal skiljast.

Ein ið koyrir við Leið 400

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo