Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Jógvan Martin Olsen, Eli Hentze, Øssur Hansen og Thomas Thinggaard, ið er dani, eru settir í starv sum Fótbóltsmennarar hjá FSF.

30 umsóknir komu inn, og á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin hósdagin kundi tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen umsíðir boða frá, hvørjir høvdu fingið størvini.

Jógvan Martin, Eli og Øssur eru væl kendir í føroyska fótbóltsheiminum, meðan vit enn ikki kenna so nógv til Thomas Thinggaard. Men á tíðindafundinum var hann presenteraður sum nýggja íkastið til føroyska fótbóltsumhvørvið, og sum ein maður, ið hevur arbeitt við bæði breiddar- og elitufótbólti.

Fótbóltsmennararnir byrja í størvunum 1. januar 2017.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo