Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Mynd: IRF.FO

Fyri góðum ári síðani hevði IRF stórar trupulleikar av flugu, men nú er rottan komin og tað í stórum tali. Fólk eru farin at skjóta rottu til stuttleika, sigur kelda við VP.

Tann 15. mai 2018 skrivaði IRF á síni heimasíður, at "í vikuskiftinum varð grótbrotið, har IRF seinastu mánaðirnar hevur goymt ballur við burturkasti, viðgjørt við flugueitri. Skaðadjóratænastan skipaði arbeiðið, har eitur varð stroytt út sum pulvur og eisini sproytað á allar ballurnar."

- Komandi mánaðirnar sproyta vit við jøvnum millumbilum nýtt eitur á ballurnar og halda eitt serligt eftirlit við støðuni, skrivaði IRF.

IRF skrivaði eisini, at flugan, sum plágaði í grótbrotinum og í Leirvík, "ikki er tann flugan, sum vanliga er at síggja í Føroyum. Hetta slagi av flugu hevur fyrr órógvað virksemi hjá IRF, og í løtuni verður støða tikin til, um upprunin til hesa serliga nærgangandi flugu átti at verðið kannaður nærri", stendur at lesa á heimasíðuni.

Tá nevndi IRF eisini ein annan trupulleika í sambandi við grótbrotið, har burturkastið verður goymt.

- Tá tosað verður um skaðadjór kunnu vit eisini nevna, at rottutýnarin hevur gjørt eitt megnararbeiði, og hava vit tískil ongan trupulleika av rottu í grótbrotinum, skrivaði IRF.

Men sambært keldu hjá VP, so er nógv rotta í grótbrotinum, ja, so nógv, at fólk eru farin í grótbrotið at skjóta rottu, og tað til stuttleika.

VP hevur biðið um eina viðmerking frá stjóranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo