Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: - Vit eru bara seks mans umborð, og tí mugu allir hjálpa øllum. Sjálvandi hava menninir síni serligu arbeiðsøkir og ábyrgd fyri tí; men tá ið vit koyra trolið út og taka tað inn aftur, mugu allir arbeiða og samarbeiða.

Tað sigur Jón Sigurd Samuelsen, sum er einsamalli maskinmeistarin umborð á Astrid.

Teir vóru mikudagin á Fuglafirði við 550 tonsum av makreli, sum varð landaður til Pelagos.

Astrid er bygd í 2014, er 70 metrar long og 15 metrar breið. Motorurin er ein 3000 KW. Wartsila.
Skipið lastar 2.100 tons og er eitt kombinerað nóta- og trolskip.

Tað er dansk/svenska felagið Astrid Fiske A/S í Skagen, sum eigur Astrid, og tólv mans hoyra til skipið.
Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð.

Tíð var bæði til rundvísing, prát, drekka og bøn fyri skipi og manning.

Teimum umborð á Astrid og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo