Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Bakkurin hjá United, Luke Shaw, fekk tað ringast hugsandi byrjanina upp á Champions League í dystinum í kvøld móti PSV.

Eftir eitt korter av fyrra hálvleiki var hann á veg í fullari ferð ígjøgnum, áðrenn verjuleikarin hjá PSV, Héctor Moreno, fekk steðga honum í síðstu løtu. Taklingin var beinhørð, og Shaw var liggjandi í fleiri minuttir.

Dómarin peikaði á hornaflaggið, áðrenn læknahjálpin kom inn á vøllin.

Tað vísti seg skjótt at Shaw hevði brotið beinið, og fekk hann ilt áðrenn hann eftir átta minuttir var borin av vøllinum og inn kom Marcos Rojo.

Tað sást klárt og bæði við- og mótstøðuleikarum at okkurt álvarsamt var hent.

Men tað sást ikki á dømaranum sum ikki eingang gav gult kort fyri taklingina.

Dysturin endaði við 2-1 sigri til PSV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo