List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Tað verður eitt sindur meira enn ein vanligur skúladagur hjá børnunum í Vestmanna Skúla í morgin, tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen við fylgi vitjar í bygdini.

Fundurin við løgmann verður í hugnaligu Viðarlundahúsunum, sum liggja í viðarlundini beint við skúlan og ítróttarhøllina.

Ætlandi kemur forsætisráðharrin til Vestmanna áleið klokkan 9 og farið verður til gongu ígjøgnum viðarlundina til húsini sum liggja miðskeiðis í lundini.

Eini 16 fólk vera til staðar í húsunum, og eftir fundin skal Mette Frederiksen vitja hjá SEV, Vindrøkt og Miðnámi í Vestmanna.

Tað er Finnbogi Joensen, sum er stigtakari til Viðarlundina í Vestmanna, sum hevur bygt húsini, millum annað úr rekaviði.

Vitjanin endar við einum tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo