Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Fyrst í 1993-unum skrivaði væl skúlaði og orðkringi journalisturin Sonne Smith – føddur ólavsøkudag 1946 – hugleiðingar um andstyggiliga runudíkið, tað føroyska samfelagið so eyðmýkjandi var sokkið í. Runudíkið, avdúkað á heysti 1992, sum dróg allar føroyingar, ung og gomul, í ræðandi inferno.

Yvirskriftin til hesar hugleiðingar var KROSSFEST, og byrjar soleiðis:

”Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: ”Eg eri ósekur í blóðinum á hesum manni. Síggið tit til tað!” Og alt fólkið svaraði og segði: ”Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!” (Matt.27. 24-25).”…. 

”Jødarnir tevjaðu blóð. Teir kravdu Hann krossfestan og fingu Hann krossfestan…. 

Vit hava fingið nýggjan løgmann. Hon skal ikki gloyma, at tað má vera ein rárur Palleba, sum ikki ynskir henni góða eydnu. Hon situr afturi í rong og skal stýra einari tjóð í svárari neyð. Tjóðin venar seg í skuldarkenslu, tí hon skyldar so nógv. Hendan tjóð liggur í andvekri, tí hon veit ikki livandi ráð. Hon er full av undirlutakenslum og misáliti. Hon hevur søplað burtur alt sjálvsálitið og kúrir í skomm….

Løgmaður er kvinna. Sum slík skuldi hon taka støðu til nakrar bagatellir, peanuts. Hon skuldi taka støðu til, um hon skuldi eita landsstýriskona, landsstýriskvinna ella landsstýrismaður (homo sapiens). Seinni skuldi hon taka støðu til embætisheitið, løgmaður, løgkona, løgkvinna ella  bara løgga. Vit tóku málið upp aftur um kynsfascismu. Vit fóru aftur at klandrast. Men upprunin til hesa bagatell er í veruleikanum ein rótfest siðvenja, sum nú stendur á einum vegamóti. Sum tíðin leið staðfestu vit, at munurin millum mann og kvinnu er eitt tað dýrabarasta, vit yvirhøvur eiga.

Jú, tað er rætt, at kvinnan heldur hevur valt politiskt uppstillaðan mann. Tað var ikki gamalt, at kvinnan hevði skil fyri politikki, at maðurin var hin reysti, innløgumaðurin, bóndin, skiparin og so Palleba.

Nú er broytt fyri ikki at siga kollvelt….

Men sjálvt hin størsti og sterkasi Palleba rópar ”mamma,” tá ið á stendur.”

Drúgvu vísmannakendu hugleiðingarnar hjá Sonna Smith enda soleiðis:

”Higartil hava vit forkomið rættinum hjá okkara børnum at hóma betri lívsvirði enn tey, ið miseydnaðust hjá okkum sjálvum sum tjóð.”

Sera væl skrivað, Sonne Smith.

***

Um Íleggingargrunnin fyri Føroyar
Í januar mánað 1964 samtykti Fólkatingið lóg nr. 28 um ein grunn ætlaður til fígging av ákrevjandi almennum íløgum í Føroyum: Landsvegir, berghol, SEV o.a. Fólkatingið játtaði hesum nýggja grunni risastórar upphæddir í 1964-65 og í 1978.

Í 1979 varð umsitingin av grunninum flutt til Føroya, og tann danska stjórnin tilskilaði í lógini um grunnin, at ein av landsstýrinum vald 7-mannað nevnd skuldi umsita grunnin. Tann fyrsta nevndin skipaði seg við Landsverkfrøðinginum sum formanni. Nevndalimirnir vórðu samsýntir við nøkrum fáum krónum um árið.  Grunsins útlán, rakstrar- og fíggjarroknskap og ársuppgerð hevði gjaldstovan um hendi.  

Tá ið okkara samfelag ”í ræðandi inferno” fór á heysin í 1992, broytti Fólkatingið lógina um Íleggingargrunnin fyri Føroyar soleiðis, at grunninum varð loyvt at veita stuðulshjálp til peningakervið og Atlantic Airways. Nøkur ár seinni broytti Fólkatingið aftur lógina um Íleggingargrunnin fyri Føroyar.

Tá skuldi grunnurin veita 365 milliónir og 28 milliónir í studningum til at leingja flogvøllin í Vágum við 549 metrum og nútíðargerð av terminalinum. Sum sagt ikki við láni, men við studningi.

Altso: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar hevur veitt langfreistað lán til landsvegagerð, tunnilsgerð og SEV, meðan grunnurin við fólkatingslóg hevur veitt neyðugan stuðul (ikki lán) til kreppuna 1992 – peningakervið og Atlantic Airways – og útbygging av flogvøllinum og terminalinum í 2011.

Niðurstøðan av hesum má vera, at vit valla høvdu havt slíkt vegakervi, sum í dag bindur bý og bygd í Føroyum saman og ikki ein longdan, nýmótans flogvøll, sum bindur okkum saman við útheimin!

Sum kunnugt var tað sjálvstýrislandsstýrið 1963-1966 og fólkatingið, sum løgdu rygg til ein nýggjan danskan íleggingargrunn í Føroyum.

Skilagóður politikkur!

Um Realin
Færøernes Realkreditinstitut (Realurin) varð stovnaður av Fólkatinginum í 1955. Hesin stovnur við skilagóðari umsiting fekk týðandi leiklut í endurnýggjan av okkara fiskiskipaflota. 

I 1998 kom hesin sjálveigandi danski stovnur við fleiri 100 milliónum í eginpeningi ókeypis undir føroyska lóggávu.

Gentleman-politikkur!

Um løgtingsins grunnar
Í árunum 1948-1992 átti løgtingið umleið 100 ymiskar grunnar. Fleiri vóru livandi við tøkum peningi og annars nýttir til tey endamál, sum løgtingið hevði álagt við lóggeving og/ella kunngerð.

Við tveimum løgtingslógum vórðu at kalla allir hesir Løgtingsins grunnar avtiknir í 1993. Eisini ein við oljuavgjøldum vælvirkandi oljugrunnur. Hann hvarv í grunnadrápinum og fór soleiðis í søguna við gulli og fæi.

Men oljugjøldini fara sum onnur almenn gjøld framhaldandi í landskassan. Við ongum oljugrunni.

Dára politikkur!
Tað er trupult at ímynda sær ruðuleikan í landskassanum, um omanfyri umrøddi Íleggingargrunnur fyri Føroyar varð ”yvirtikin” og gjørdur føroysk ogn, sum loysingarpolitikkarar í Løgtinginum í mong ár hava lúrt eftir og kanska avtikið sum í 1993.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo