Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Ein skyldmaður bað meg siga sær eitt sindur um ríkiskassablokkin, sum undirritaði havi skrivað alment eitt sindur um. Eg segði, sum var, at hasin blokkurin hevur órógvað okkara politiska sálarfrið meira enn 20 ár. Ung sum gomul. 

Men lat okkum fyrst líta eitt sindur afturum fyri at skilja nútíðina.

11. apríl 1940 segði Winston Churchill í Undirhúsinum, at we are occupying the Faroe Islands by land, sea and air.

Snimma á morgni 13. apríl 1940 høvdu nøkur bretsk herskip kastað akker, har tey stóru turistskipini plagdu at ankra nakað uttan fyri Molan í Havn, við 10.000 tons stóra krígsskipinum HMS Suffolk á odda.

Skúlarnir í Havn fingu frí einar tveir tímar. Ung og gomul tustu saman, har herfólk komu í land innan fyri molan frá herskipum og onkrum báti (”Rókur”) frá Skipafelagnum. 

Tað frættist, at einir 250  Royal Marines skuldu landsetast. Soleiðis byrjaði ein fiðarlig herseting, sum  so við og við øktist við Lovat Scouts, Cameronions, South Staffordshire, Royal Artillery (RA), Royal Army Service Corps (RASC) etc. Security Service hersetti telegrafstøðini ovarlaga við Tinghúsvegin. Øll starvsfólkini á støðini fingu enskt ”passport”.

Ætlandi taldi hersetingin í  Føroyum einar 10-túsund hermenn.

Hesin heimsbardagin helt uppat, tá ið tvær atombumbur vórðu tveittar frá amerikonskum  bumbuflogførum yvir Japan, ávikavist 6. august í Hiroshima og 9. august í Nagasaki 1945.

Um okkara leiðir helt bardagin uppat 5. maj 1945 og í Japan 2. september 1945.

Eitt frávik: Bornholm varð bumbað og hersett  av Sovjetrusslandi  7., 8. og 9. mai 1945 og latið Danmark aftur 5. apríl 1946.

                    **

Eftir tógvið stríð fingu vit eina heimastýrislóg 1. apríl 1948.

                     *

So løgdu vit nýggjar árar út:

Fyrsta takið var at endurnýggja tann avgamla og illa trevsaða fiskiskipaflotan við lógfestari fígging úr landskassanum, Vinnulánsgrunninum, Danmarks Fiskeribank, donskum kredittfelag og við studningsláni úr landskassanum. 

                    *

Næsta takið var at stovna SEV, í stóran mun fíggjað við Marshallhjálp.

                    *

Risastórar íløgur til bygging av teimum trimum sjúkrahúsunum fór fram í 1960-70, fíggjað helvt um helvt av Landskassanum og Ríkiskassanum. Landskassans helvt varð fíggjað við langfreistaðum lánum úr ríkiskassanum. Tað vil siga, at landskassans helvt varð fíggjað við lánum úr ríkiskassanum.

Síðan 1. januar 2002 til dagin í dag hevur landsstýrið framt og fremur framvegis stórar íløgur til nýggj sjúkrahús og útbyggingar í milliardaklassa.

Tað framgongur ikki av landskassans ársroknskapum, um ella hvussu statskassans 50% av byggikostnaðinum eru komnar í landskassan. Man Føroya landsstýri hava gloymt hendan lógbundna ríkiskassans part av byggikostnaðinum? Kanska átti løgtingsgrannskoðarin at kannað hetta? 

                    *

Tá ið Fólkatingið stovnaði Íleggingargrunnin fyri Føroyar (60-milliónagrunnin) í 1964-1979, kom rættilig ferð á landsvega-og bergholabygging sum ongantíð áður. Við skilagóðum politikki gjørdist hesin grunnur so stinnur, at Fólkatingið og Løgtingið vórðu samd um at veita 100% studning úr Íleggingargrunninum til leingjan av flogvøllinum og byggjan av nýggjari farstøð v.m. Hendan íløgan í 2009-2014 kostaði 425 milliónir umframt 28 milliónir til burturbeining av áragomlum ”óruddi”.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar – fólkatingsgrunnur við føroyskari nevnd og umsiting – kann veita lán samsvarandi galdandi reglum, men studningur úr grunninum krevur politiska viðgerð og avgerð.

Atlantic Airways fekk hjálpandi hond úr íleggingargrunninum fyrst í 1990-unum. 

                    *

Í 1998 var semja um, at Realurin, sum í hálva øld hevði virkað í Føroyum til endurfígging av fiskiskipaflotanum, skuldi verða føroyskur stovnur við ongum tilknýti til danska statin. Eginpeningurin var umleið 800 mill.

                    **    

35 ár í landskassans roknskapar- og fíggjarumsiting var undirritaði – ósmæðið sagt –  so at siga einsamallur  á Føroya Gjaldstovu við umsiting av tveimum rættiliga krevjandi málsøkjum: Landskassansans og Ríkiskassans ársroknskapum umframt annað. Hetta verður sagt fyri at seta gjaldstovuøkið í perspektiv.

                    *

Áðrenn blokkurin varð veruleiki 1. januar 1988, var nakað, sum æt ”refusiónsskipan”. Einfalt sagt var hetta ein skipan, sum heimilaði gjaldstovuni at bíleggja pening úr einari peningagoymslu her í býnum.  Gjaldstovan helt skil á landskassanum og statskassanum, sum vórðu gjørdir upp hvør sær hvønn dag.

Meðan tann gamla refusiónsskipanin hevði endalig ársuppgerð, hevði blokkskipanin mánaðaruppgerð.

                     *

Blokkurin kom í tveimum stigum:
Fyrst 1988:
Ríkisblokkur  485.873.600,00 kr.
Refusión       197.147.252,80 kr.

Og so 1995:
Ríkisblokkur  843.000.000,00 kr.
Refusión                             0,00 kr.

Ríkisblokkurin var í veruleikanum í fimm blokkum:  
Fiskirannsóknarstovan
Maskinskúlin
Heilsuverkið
Almannamál
Skúlamál

                    **

So kom loysingarlandsstýrið 1998-2001:  
Í 1998 var blokkurin 900 milliónir.
Í 2001   ”           ”        982        ”
Í 2002   ”           ”        615.5    ”

Jólavikuna 2001 undirskrivaðu Almanna-og heilsumálastýrið og Mentamálastýrið og danska stjórnin aftale um, at málsøkini Skúlaverkið og Almenn forsorg minus Serforsorg skuldu yvirtakast 1. januar 2002, og at Ríkiskassablokkurin samstundis skuldi lækka 366,4 milliónir, sum nevndu málsøki áttu í blokkinum, dýrtíðarviðgjørd eina ferð um árið.

Aftalen í jólavikuni sigur einki um, at restblokkurin, 615.5 milliónirnar, skuldi  bindast niður frá 1. januar 2002.

Mær vitandi varð alt hetta framt uttan nakra parlamentariska viðgerð og uttan neyðuga fígging. 

Tessvegna verður spurt:

1.    Hvar er tann oyramerkta inntøkulógin, løgtingslógarnummar og ár, sum útvegaði landskassanum tær 366,4 milliónirnar, ið skúlaverkið og almenna forsorgin áttu í blokkinum, og sum vórðu sleptar fyri 14 árum síðan?

2.    Restblokkurin – 615,5 milliónir –  hevur nú í 10 ár verið bundin niður við ongum dýrtíðarviðbótum v.m. Við hvørjari lógarheimild verður slíkt framt?

                     **  

Yvirlit yvir hvussu Heilsumál eru sundurliðað í Ríkisblokkinum:
Udligningstilskud til Færøernes Hjemmestyre
Udligningsudgifter
Driften af færøske sygehuse
Indlæggelse på Rigshospitalet
Kommunelæger
Svangerskabshygiejne
Lægeundersøgelse af børn
Epidemi, vaccinationer, kønssygdomme
Sygekassen [Í staðin fyri sjúkrakassan, sum er farin í søguna, eru 22 milliónir nú oyramerktar til Fróðskarsetrið/gransking.Tað merkir, at henda gransking verður fíggjað úr blokkinum.]

”Driften af færøske sygehuse og anlægsudgifter” er við blokkinum liðað sundur í helvt. Tað merkir býtt helvt um helvt millum landskassan og ríkiskassan. Restin verður býtt eftir galdandi lógum og reglum.

Viðvíkjandi ”Indlæggelse på Rigshospitalet”  er mannagongdin tann, at øll sjúkrahjálp har, 100%, verður goldin úr ríkisblokkinum eina ferð um mánaðin.

Eitt litið dømi av mongum:
Í 2002 kostaði Ríkishospitalið landskassanum 57 milliónir, sum landið fekk aftur við blokkinum. Í 2013 kostaði Rikishospitalið Landskassanum 110 milliónir, og landið fekk framvegis 57 milliónir úr frysta blokkinum, ella 53 milliónir við ongari fígging! Vónandi vita løgtingslimir, at játtan og brúktur peningur eru hvør sítt.

Í 2001 kostaðu øll 4 sjúkrahúsini 454 milliónir í rakstri, og í 2013 kostaðu tey 734 milliónir. Sama søgan sum frammanfyri.  So er at spyrja: hvussu nógv er farið úr landskassanum við ongari fígging síðan 2002?

Hesin spurningurin átti at verið kannaður á høgum støði.

                    **

Eitt sindur retrospektivt:

Tá ið heimsbardagin 1939-1945 var yvirstaðin, gingu 3 ár, áðrenn heimastýrislógin varð veruleiki, og vit løgdu nýggjar árar út: Fyrsta og avgjørda treytin fyri at fáa stórmál frá hondum var at útvega neyðuga og trygga fígging.

Tað politiska samstarvið millum Løgtingið og Fólkatingið var fyrimyndarligt:
-    Løgtingsins Vinnulánsgrunnur
-    Kongeriget Danmarks Fiskeribanke
-    Løgtingsjáttan til ymiskar grunnar til endurnýggjan av veiðiflotanum
-    SEV verður verðuleiki í stóran mun við Marshallhjálp
-    Færøernes Realkreditinstitutt í 1950-unum
-    Nógvar nýggjar lógir til Heilsuverkið og Almannaverkið
-    Fólkatingsjáttan til ein nýggjan Íleggingargrunn í fleiri ár   
             o.a.m.

                    *

Nú verður sagt, at politikarin Sjúrður Skaale skrivaði bóklingin ”Frá heimastýri til fullveldi”, sum landsstýrið gav út í 2000 í 16.500 eintøkum, meðan harðast leikti á við at ”bagatellisera” blokkin.

Slíkt møsn –  á síðu 23-26 – má haldast at vera  eindømi. Tað er trupult at skilja, hvussu gávað og evnarík fólk kunnu leggja navn  til slíkt møsn: ”Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd. Hetta er orsøkin til, at búskaparfrøðingar siga, at løtan er lagalig til at fara undir at byggja upp ein sjálvberandi búskap.”

                    * 

Í skjølunum, sum her eru umrødd, millum Føroya Landsstýri og Fólkatingið viðvíkjandi yvirtøku av skúlaverkinum og almennari forsorg  og at lækka ríkiskassablokkin,  er m.a. tilskilað:

”Under forudsætning af de bevilgende myndigheders tilslutning overdrages statens rettigheder i henhold til nedenstående statslån vederlagsfrit til Færøernes hjemmestyre. Der er for lånene udstedt pantebrev og deklaration.”

Hesar ognir og lán eru:         
Klaksvíkar Tekniski skúli, við 3 statskassalánum          12.265.000 kr.
Tórshavnar Tekniski skúli, við 3                ”                      7.100.000  ”
Føroya Handilsskúli, við 2                        ”                     15.250.000  ”
Drotning Ingridar Barnagarður, við 1     ”                            50.000   ”
Føroya Barnaheim,  við 1                      ”                               30.000  ”            

Í løgtingslóg nr. 103 frá 26.07.1994 um Stýrisskipan Føroya, §42, er tilskilað: ”Lán ella borgan o.a.m., ið skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landinum, kann ikki ikki verða tikið ella veitt uttan heimild í løgtingslóg.” 

Omanfyri nevndu almennu húsaognir og 10 statskassalán tykjast ikki at vera skrásett í landskassans ársroknskapum!

                    *

Og so er tað neyðardýrið, Sjúkrahúsverkið, sum ongan góðan eigur og hevur verið ein stór skomm síðan 1. januar 2002.

Hóast hetta hava arkitektar og annað gott fólk í longri tíð kunngjørt Føroya fólki myndir og frágreiðingar viðvíkjandi einum, at síggja til, Lego-universitetssjúkrahúsi við nøkrum fáum  einmanskømrum og annars framkomnið marglæti, sum var tað í Dubai. Glæstriborgin verður bygd við sjóvarmálan sunnan fyri Landssjúkrahúsið.  Við ongum køki – havi eg hoyrt.

                     **

Sjálvandi kunnu ellisár darva og fløkja minnið, men ósatt ella lygn havi eg ikki skrivað.

Es.
Vóni, at tú, skyldmaðurin, ert nøgdur við hesa stuttu frágreiðing, sum eg lovaði tær fyri nøkrum døgum síðan.

Ynski annars øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Vinaliga 
Heri Mohr   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo