Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Klokkan trý seinnapartin spælir føroyska kvinnulandsliðið næsta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Mótstøðuliðið hesaferð er Montenegro - Mynd: Jóanis Albert Nielsen

FSF: Seinasti fundurin hevur verið, og venjarin hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið fara á vøllin frá byrjan, tá føroyska kvinnulandsliðið seinnapartin í dag skal spæla næsta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Smávegis broytingar eru gjørdar síðani dystin ímóti Luksemborg, men eingin ivi er um, at tað er eitt sterkt føroyskt lið, ið byrjar á Tórsvølli í dag.

Anna S. Hansen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Birna T. Johannesen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen og Sigrun K. Kristiansen.  Á miðvøllinum verða Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal og Ásla Johannesen. Og í føroyska álopinum verða Heidi Sevdal og Rannvá B. Andreasen.

Eykaleikarar: Monika Biskopstø, Maria K. Thomsen, Súsanna Maria Hansen, Jónvá Hentze, Milja R. Simonsen, Elisabet Vang, Kristina Akursmørk, Sarita Maria Mittfoss og Bjørg Djurhuus.

Landsdysturin millum Montenegro og Føroyar verður bríkslaður í gongd á Tórsvølli klokkan 15:00. FSF skipar fyri andlitsmáling, og tað er ókeypis atgongd til dystin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo