Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Í kvøld klokkan 18:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Hvítarusslandi. Dysturin sæst beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Í kvøld klokkan 18:00 spællir føroyska A-landsliðið við kvinnum næsta dystin í undankappingini til EM 2021. Hesaferð er mótstøðuliðið Hvítarussland, sum í løtuni er nummar 54 á seinast dagførda styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 85.

Hópurin kom til Hvítarussland seinnapartin leygardagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni. Sum heild hava fyrireikingarnar gingið sera væl, og nú er greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu verða, ið venjarin, John Petersen sendir á vøllin frá byrjar.

Anna Sunadóttir Hansen verður í mál, og í verjuni vera Lív Arge Poulsen, Katrina Akursmørk, Durita Hummeland og Marita Jarnskor. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan verða Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal og Jacoba Langgaard, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Eykaspælarar frá byrjan verða Monika Biskopstø, Annika Ragna Christiansen, Sanna Jacobsen, Julia Naomi Mortensen, Evy á Lakjuni, Jónvá Hentze, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Sara Samson Lamhauge og Sarita Maria Mittfoss.

EM-undankappingardysturin millum Hvítarussland og Føroyar verður vístur beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo