Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Við tveimum fingrum á hvørjari hond vísur José Mourinho at hann sum tann einasti hevur vunnið Champions League tvær ferðir og Europa League tvær ferðir, og við einum fingri at hann framvegis er "The Special One".

NRK skrivar at tað gjørdist eitt kensluborið kvøld í Stokkhólmi hjá Manchester United, tá ið liðið vann Europa League bara tvey døgn eftir terrorálopið í Manchester. 

José Mourinho var sum leikararnir ovurfegin og tað var lætt at síggja at sigurin hevði nógv at týða fyri «The Special One», sum hevur fingið miklan kritikk fyri eina skuffandi Premier League-sesong.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo