Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Vinna

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru bestu lýsingar 2017-2018 í Føroyum kosnar fríggjakvøldið 16. november.

Frammanundan hevði almenningurin møguleika at atkvøða á Facebook og út við 800 fólk hava luttikið í atkvøðugreiðsluni. Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um. Harumframt fekk Útilív ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring.

Okkara við flottum faldara
Í kappingarbólkinum “Ársins statiska lýsing” gjørdist lýsingin hjá bryggjarínum Okkara vinnarin. Hesin bólkur fevnir um prentlýsingar, uttandura lýsingar, skelti, prentlutir, statiskt tilfar til sosialar miðlar og líknandi. Okkara vann við einum faldara við einari vakrari mynd úr føroysku náttúruni (Drangarnir). Okkara vann sannførandi á lýsingunum frá hinum tilnevndu í bólkinum, sum vóru Fróðskaparsetrið, Amnesty International Føroyadeild, Fólkaheilsuráðið, Betri og Bank Nordik.

Betri vann bestu livandi lýsing
Í harðari kapping við hini tilnevndu, gjørdist Betri vinnarin í kappingarbólkinum “Ársins dynamiska lýsing”. Hetta fevnir um livandi lýsingar í sjónvarpi, biografi, interneti og líknandi. Betri vann við lýsingarfilminum “#Betriumhvørvi”, tá Marianna og Sarah fjakkaðu fyri fløskupengar. Hini tilnevndu í hesum bólki vóru Atlantic Airways, Bakkafrost, Føroya Tele, Marine Harvest, Gestus, MBM og Smyril Line.

Føroya Tele vann við “VerSumHeima”
Í lýsingarbólkinum “Ársins sosiala lýsing ella átak” gjørdist Føroya Tele vinnarin við lýsingini “Versumheima” – Fanga løtuna. Føroya Tele var í harðari kapping við Atlantic Airways og Hey um fyrsta plássið.

Visit Faroe Islands vann á fjórða sinni
Tá ársins besta marknðarátak skuldi finnast, var kappingin hørð millum tvey at teimum tilnevndu. Tá avtornaði, vann Visit Faroe Islands flestar atkvøður við átakainum Faroese Translate. Lýsingarátakið eydnaðist sera væl og nógvir føroyingar tóku væl undir við hesum átaki, tá tey brúktu tíð til at umseta setningar frá útlendingum til føroyskt – ein livandi orðabók sum ein pendant til Google Translate.

Hetta er fjórðu ferð, at Visit Faroe Islands vinnur henda bólkin. Faroese Translate hevur longu fingið altjóða viðurkenning og vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri Faroese Translate. Tí var tað kanska ikki heilt óvæntað, at hetta marknaðarátak eisini varð valt sum tað besta í Føroyum í hesum umfari.

Herðaklapp til Útilív
Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til eina føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndi metir hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna tíðarskeiðnum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata monnunum handan handilin Útilív ársins herðaklapp, sum dugir sera væl at marknaðarføra seg á netinum. Harafturat eru teir framsøknir, seta ting í gond og skipa fyri serligum og annarleiðis tiltøkum í Føroyum, millum annað skateboardskúla og ekstrem maraton, sum eisini lokkar fleiri og fleiri útlendingar til Føroya.

Virðislønirnar
Heðin Ferjá Heldarskarð hevur tilevnað M-virðislønirnar hesa ferð. Tær eru formaðar sum eitt M úr ketum, sum umboða tey ymisku liðini ella deildirnar í einari fyritøku, sum mugu samstarva fyri at eydnast. Ketan er ikki sterkari enn tað veikasta liðið og tí mugu øll lyfta í felag. Afturat hesum innanhýsis samstarvinum umboða liðini í ketuni eisini kundarnar, sum eru týdningarmiklasti parturin í ketuni, tí uttan kundar – eingin vøra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo