Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Innlendis ítróttur

FSF: Um hálva aðru viku, sunnudagin 13. november klokkan 16:00 føroyska tíð spælir føroyska A-landsliðið við monnum fjórða dystin í undankappingini til HM 2018, sum verður í Russlandi.

Hesaferð skulu vit royna okkum á útivølli ímóti Sveis, ið hevur lagt væl frá landi í hesari undankappingini.

Í fyrsta dystinum vunnu sveisar 2-0 á heimavølli ímóti Portugal, síðani vunnu teir 3-2 í Ungarn, áðrenn teir í triðja dystinum vunnu 2-1 á útivølli ímóti Andorra. Tað er tí ein stór uppgávu, ið bíðar okkara monnum á Swissporarena í Luzern í Sveis sunnudagin í næstu viku.

Men føroyska liðið hevur eisini fingið eina góða byrjan á HM-undankappingina, og síðani heimliga kappingina endaði tann 22. oktober, hava landsliðsspælararnir, sum spæla í Føroyum og í Íslandi vant regluliga á Tórsvølli.

Fríggjadagin fer Lars Olsen, landsliðsvenjari at seta nøvn á teir 20 spælararnar, ið verða úttiknir til dystin ímóti Sveis.

Tó er longu greitt, at Gunnar Nielsen (FH Hafnarfjørður, Ísland), Bárður J. Hansen (Fremad Amager, Danmark), Viljormur Davidsen (Vejle BK, Danmark), Hallur Hansson (AC Horsens, Danmark), Heini Vatnsdal (Fremad Amager, Danmark), Rene Shaki Joensen (Vendsyssel FF, Danmark), Brandu H. Olsen (Randers FC, Danmark), Gilli R. Sørensen (Brann SK, Noreg) og Jóan Símun Edmundsson (OB Odense, Danmark) verða á listanum, tá endaligi hópurin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo