Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

FSF: Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, føroyska hópin til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettland og Portugal.

Ein broyting er í hópinum, í mun til málleysa javnleikin ímóti Ungarn. Gilli Rólantsson er við aftur eftir skaða, meðan Pól Jóhannus Justinussen ikki er úttikin hesaferð.

Teir 23, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Vidar FK (NOR)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (ICE)
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)
Gilli Rólantsson, Brann Bergen (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Rene S. Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, OB Odensen (DEN)

Fríggjadagin 7. oktober spæla Lettland og Føroya á Skonto Stadion í Riga í Lettlandi. Tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. oktober koma portugisisku europameistararnir á vitjan á Tórsvølli.

Myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo