Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Tað eru ikki bara mannfólk sum sýna ónæriligan atburð. Mannfólk uppliva eisini eitt sindur av hvørjum í náttarlívinum, sum ein samrøða, Weekendavísin hevur við tríggjar danskar skemtarar týðuliga vísir.

Nógv hevur annars verið frammi í seinastuni um kend og máttmikil mannfólk, serliga í films- og skemtiídnaðinum, sum eru farnir um mark og hava brúkt sítt vald til at noyða onnur til kynsliga samveru. Sosialu miðlarnir hava undir frámerkinum #MeToo sett ferð á, og nógv, serliga konufólk, hava staðið fram og sagt sína søgu.

Men óhóskandi kráming, viðmerkingar og óynsktir mussar ella tað sum verri er vísir seg eisini at vera dagligur dagur hjá summum kendum monnum.

Í samrøðuni í Weekendavísini fortelja donsku menninir um sínar upplivingar. Teir siga, at teir als ikki ætla at føra seg fram sum offur. Men teir halda, tað hevur týdning at vísa á, at konufólk eisini kunnu vera nærgongin og fara um mark. At óhóskandi atburður er ikki nakað, sum bara tað eina kynið stendur fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo