Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Útlendis ítróttur

Søgan er móti Ole Gunnar Solskjær undan dystinum í kvøld móti Chelsea í 5. umfari í FA-Cup: Manchester United hevur tapt seinastu fýra avgerandi dystirnar – uttan at skora eitt mál, skrivar VG.

- Vit skula 20 ár aftur fyri at finna ein sigur til Manchester United á Chelsea í FA-cuppinum. Tá skoraði Dwight Yorke tvey mál í kvartfinalu-umdystinum, United vann 2-0, sigraði á Arsenal í semifinaluni – og vann Newcastle í finaluni á veg móti sínum søguliga «The Treble».

Síðani tá hava liðini leikt í FA-cuppinum fimm ferðir, og Chelsea hevur vunnið ella er farið víðari, ella hevur vunnið finaluna, fýra ferðir, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo