Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Hann kom inn í dystinum í kvøld móti FCM, og 18 ára gamli debutanturin Marcus Rashford vísti, at skjótleiki, teknikkur og íðinskapur krevjast í altjóða fótbólti í dag og ikki sein kloss.

Ungi leikarin skoraði 2 mál í 5-1 (tilsamans 6-3) sigrinum hjá Manchester United á FC Midtjyllan.

Men eisini Memphis vísti heilt ótrúligan teknikk í dystinum, og var í sama klassa sum fyrrverandi MU-leikarin Ronaldo.

Verður liðið hjá van Gaal bygt upp um slíkar leikarar sum Rashford og Memphis, bert fyri at nevna tveir frá dystinum í kvøld, og ikki sum higartil um Rooney, sum eingin dugur nakrantíð hevur verið í, so eru stórir møguleikar fyri, at MU-fjeppar fara at síggja tað gamla og góða og áleypandi Manchester United aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo