Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Politikkur

Christian Andreasen á Facebook: Hvussu kann tað vera, tá spunasmiðurin hjá Høgna Hoydal nú - 3 mánaðir eftir valið - er tann, sum í Kringvarpinum leggur sendingarnar um fiskivinnuna til rættis.

Hetta er so grovt, at eg eri málleysur.

Tað er annars yvirhøvur einki nýtt í, at makrelkvotur vera latnar skipum, sum ikki fiska makrel.

Undir Høgna Hoydal fingu til dømis partrolarar vm makrelkvotur uppá omanfyri 20.000 tons av makreli, skip sum høvdu rættindi í Stillahavinm fingu somuleiðis makrelkvotu.

Tað, sum henda samgogna hevur gjørt er eisini at tilluta nakað av makreli (4.000 tons) til veikasta partin av flotanum, nevniliga, línu- og garnabátar.

Høgni Hoydal tykist næstan at vera blivin i ørviti. Hann tveitir um seg við skeivum ella grovt villleiðandi fakta.

Tað er næstan einki sum helst skil í ti hann sigur.

Nú er hann eisini farin at nýta hvørt einasta høvi, tá hann sleppur fram at eini mikrofon, eisini mánakvøldið í Degi og Viku, at skuldseta Folkaflokkin fyri at vera korruptur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo