Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Vinna

Mortan G. Berjastein á Facebook: Tað er við blandaðum kenslum nú vit hava sett stevni á Føroyar í morgun. Vit eru á veg á Føroyar við sløkum 700 tonsum av makreli, sum eru fiskað í Norskum sjóøki.

Vit eru tvingaðir á Føroyar við lastini.

Hvat prísurin í Føroyum er vita vit ikki, har er ongin minstiprísur, vit kunnu tískil bara ganga útfrá at hann ikki er verri enn hann var seinast, og vóna hann er betri.

Seinast vit landaðu makrel í Føroyum, fingu vit 7,31 fyri kilo fisk, har miðalvektin á makrelinum var 430 gram. Tað er áleið sama stødd vit hava við okkum hendan túrin.

Makrelprísurin í Norra hevur seinastu dagarnar ligið um 15 krónur norskar fyri kg. tað er 11,77 danskar.

Tað eru 4,46 krónur á muni.

Hetta er tað sum lógin um Sjófeingi hevur ført við sær, og tað sum Tjóðveldi ætlar at loysa við.

Eitt er at vera graður, annað er at vera perversur.

Henda avgjaldsgreðin hjá sitandi samgongu er eftirhondini blivin so pervers, at onkur átti at verið drigin til svars fyri hana.

Var hetta hent í nøkrum øðrum landi, at høvuðsvinnan bleiv spøna sundur av politiskum illvilja, so rokni eg við at viðkomandi politikari, sum varaði av økinum hevði verið ákærdur fyri landasvik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo