Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Hevur tú arbeitt um náttina, so hevur tú eisini lagt merki til, at tað verður verri at hugsavna seg og hugsa klárt í teimum seinu náttartímunum. Og tað er serliga tá ið klokkan verður trý, fýra og fimm at tað av álvara gerst ringt at berjast móti svøvninum.

– Vit hava leingi hildið at hetta hevur samband við, at tey sum arbeiða um náttina ikki sova nóg leingi um dagin, men okkara royndir vísa at svøvnnøgdin ikki er avgerandi.

Tað sigur Janne Grønli við universitetið í Bergen og leiðari á Bergen Stress and Sleep Group.

Vit menniskju hava eina innbygda biologiska klokku sum stýrur døgnrytmuni. Høvuðsmiðstøðin situr í heilanum, men umframt tað, so hava allar kyknur í kroppinum klokkugen.

Eitt av klokkugenunum – BMAL1 – hevur eina serliga uppgávu, tí tað er við at gera nýggj protein í heilanum.

– Hesi protein eru týðandi hjá heilakyknunum tá ið tær senda, móttaka og viðgera informasjón, sigur Grønli.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo