Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Ein mynd av einum luksusbili var tað sum Joleon Lescott legði út á sína Twitter-konto eftir 0-6-tapið móti Liverpool.

Sambært norska TV2 kom Lescott nakað seinni við eini frágreiðing um, hvat tað var sum hendi.

– Eg plagi ikki at tvitra eftir dystir, antin teir eru góðir ella ringir. Men eg ynski at biðja um umnbering fyri dystin í dag, bæði persónliga og kollektivt. Liverpool var betri enn vit í dag, men tað er ikki nøkur umbering. Eg biði aftur um umbering til allar okkara stuðlar, skrivar Lescott á Twitter.

– Eg skal skoyta upp í at twitterboðini sum vóru send av mínari konto við eini mynd av einum bili var eitt óhapp. Tað hendi meðan eg koyrdi og telefonin lá í lummanum, skrivar Villa-verjuleikarin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo