Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Útlendis ítróttur

Fyrrverandi Manchester City liðskiparin Vincent Kompany førir nú fram, at hann visti, at tíðin var komin til at gevast í City, eftir at hann hevði skotið tað framúr vakra og altavgerandi málið í 1-0 heimasigrinum ímóti Leicester City tann 6. mai.

- Løtan, tá bólturin fór í 3-aran ímóti Leicester, visti eg, at eg nú var liðugur (sum City spælari). Eg kundi ikki gera nakað betri enn hetta, segði Kompany í sambandi við hátíðarhaldið, sum varð hildið í Manchester í kjalarvørrinum av, at City um vikuskiftið ognaði sær sigurin í FA Cup og harvið The Domestic Treble.

33 ára gamli Kompany kom til Manchester City í 2008, og náddi hann at leika 360 dystir og skjóta 20 mál fyri felagið.

Síðsti dysturin hjá Kompany í City var FA Cup finalan ímóti Watford leygardagin, sum City vann heili 6-0.

Síðstu fýra árini hjá Kompany hava verið nógv merkt av skaðum, men man Kompany hóast hetta metast sum ein av bestu miðverjunum, sum hevur verið í Premier League í 10-unum.

City vann Premier League í ár við einum stigi fleiri enn Liverpool á 2. plássinum.

Áðurumrøddi dysturin hjá City ímóti Leicester City var tann næstsíðsti hjá felagnum í kappingarárinum 2018/19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo