Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Trygdartænastan í Ukreina hevur handtikið ein franskan ríkisborgara sum er undir illgruna at hava lagt til rættis 15 terrorálop í sambandi við fótbólts-EM í Fraklandi.

Maðurin hevði 125 kilo TNT, skrivar NRK.

Maðurin hevði ætlanir um at framja álop móti islamskum og jødiskum halgidómum, skrivar NTB.

– Fraklendingurin tosaði negativt um sína stjórn, um hóptilflyting, útbreiðslu av islam og globalisering, og hann tosaði eisini um ætlanir at fremja fleiri terrorálop, sigur Vasilij Gritsak í ukreinsku trygdartænastuni SBU.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo