Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Mítt tastatur

Skalt tú gera onkra skráseting á útlendskari heimasíðu, tí tú vilt brúka onkra altjóða skipan, so er tað føroyska P-talið óbrúkligt og tú mást brúka danska CPR, hevur tú tað.

Tí hevði tað verið hópin lættari hjá øllum føroyingum, at fingið møguleikan við einum donskum CPR-nummari júst í hesum internet tíðum, har tað føroyska P-talið ikki fylgir við, og heldur ikki verður góðkent.

Tað sama sum við danska passinum, sum føroyingar eisini kunnu velja, og sum er eitt mikið sterkari/kendari pass enn tað føroyska.

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo