Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Um so er, so er Lítla Dímun skotin 100 ár aftur í tíðina, so sæð við okkara eygum er handverki eitt kloddaverk.

Upphavsfólk, til hesa paragraffina í stjórnarskipanaruppskotinum, siga, at tað skal verða ein mannarættur at ganga frítt í haganum.

Tað vil siga, at verandi eigarar missa ræðisrættin í okkara føri yvir Lítlu Dímun, ið hvalbingar keyptu í 1850 frá tí almenna á almennari uppboðssølu.

Vit hildu, at okkara ræðisrættur yvir Oynni var tryggjaður í grundlógini, men nú sær út til, at vit við nýggju stjórnarskipanarlógini missa henda ræðisrætt aftur.

Og tað kann taka gundarlagið burtur undir tí arbeiði við ferðafólkum, vit hava roynt at fáa uppá beinini seinastu árini.

Vit gingu undan, tá ið vit í 2009 fóru at skipa fyri ferðum við ferðafólki út í Oynna. Oyggin er ring at koma til, tí bleiv trygdin sett fram um alt annað. Og alt bleiv gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Hetta fyri at fáa nakrar inntøkur til oynna, men eisini fyri, at fleiri enn hvalbingar skuldu uppliva hesa nátturuperlu.

Okkara sjálvbodna arbeiðsmegi, hevur gjørt tað møguligt hjá vanligum fólki at ferðast trygt út í Oynna, undir skipaðum viðirskiftum.

Men nú verður alt latið yvir til tilfeldigheitir, har hvør sum helst kann gera útferðir í Oynna, ið er sera torfør og ikki sørt vandamikil at koma uppá.

Tað krevur nógv at halda oynna viðlíka. Áðrenn 2009, var beinleiðis hættisligt at ganga uppá Oynna.

Tað sum vit gjørdu í 2009 var at gera Oynna atkomuliga fyri øll. Fyri eitt rímuligt gjald, bleiv Oyggin trygg at ferðast til. Oyggin fekk pening, sum allur bleiv brúktur, og framvegis verður brúktur, til at bøta um trygdina.

At ein og hvør kann skipa fyri ferðum út í Oynna, fer at máa inntøkugrundarlagið burtur.

Oyggin stendur eftir við ongari inntøku og ongum peningi til viðlíkahald. Trygdin verður hareftir.

Men tað, vit ræðast allarmest, er, at eitt vitleyst, ella vandamiki lív, verður gerandiskostur í Oynni, og hetta kann hava hættisligar avleiðingar við sær. Hvør hevur tá ábyrgdina av trygdini?

Vit leggja okkum ikki uppí politik. Men eg, sum formaður fyri Oynna, fari inniliga at heita á landsins fólkavaldu, at broyta paragrafina um fría hagagongu, so hædd verður tikin fyri hesum, hvat Lítlu Dímun viðvíkur.

At koma til Lítlu Dímun er ikki bara ein gongutúrur, tí her ræður nátturan, bæði á sjógvi og á landi.

Og vit, sum hava rikið oynna í generatiónir, vita hvussu trupult tað er at koma í Oynna.

Og mangan ikki minni trupult at sleppa av henni eisini.

Róin Schrøter
Formaður, Lítla Dímun

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo