Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Vinna

HEY: Televeitarin Hey fer í næstum undir at bjóða fipur samband til privatkundar í samstarvi við almenna kervisfelagið FT-Net.

Tey fyrstu privatu húsarhaldini fáa møguleika fyri fipurbreiðbandi longu í ár og eftir ætlan fara at kalla øll húsarhald í landinum at fáa fipursamand innan fyri tey næstu 5-7 árini.

Í dag og í morgin skipar Hey fyri stórfingnum tiltaki á torginum í SMS har høvi millum annað er hjá almenninginum at uppliva rúkandi skjótt fipursamband og greitt verður nærri frá tøknini.

Øll eru vælkomin á torgið í SMS har eisini ber til at skriva seg upp til at fáa nærri boð tá greitt er nær einstøk grannaløg og hús í Føroyum kunnu vænta sær fipur.

Ferðin á fipurið er munandi skjótari enn tað vit kenna í dag. Heilt upp til 1Gbit per sekund og tað fæst sjón fyri søgn á torginum í SMS í dag til kl 19 og í morgin til kl 18. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo