Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Tú góðtekur, at ferðslusamskiparin sleppir at taka SAM frá kalsingum uttan at seta eykabát inn á Kalsoyarleiðina, tí SSL ikki vil gjalda fyri externan eykabát írokna manning fyri 120 minuttir ístaðinfyri 40 minuttir.

Tú hevur við hesum klokkuklárt víst á, hvat støði, tú sum stjóri á SSL, bólkar kalsingar í - og hvat støði, tú heldur, at privatir bátaeigara skulu smyrja seg við.

Tú takkar nei til autoseraðan bát frá KSS - og tú eigur ongan tøkan bát sjálvur. Sjálvandi hevur tú so ongan bát tøkan. Tað skilja øll búrhøns - og enntá kalsingar, um tað hevði nakað at siga. 

Tú tekur SAM frá kalsingum og leigar hann út fyri 7.500 kr. um tíman - og vil ikki gjalda fyri Alpha Pilot fyri 1.500 kr/tíman. Rokni við, at roknistykkið hevði verðið enn reyðari hjá tær, um tú sjálvur átti Alpha Pilot 365 dagar um árið.

Tær nýtist ikki at siga meira.

Tú og Henrik Old hava skaffað tykkum eitt alvorligt "forkláringsproblem" fyri kalsingum, sum eru ótrúliga stoyttir av hesi viðferðini.

VisitKalsoy Sp/f

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo