Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Mann hoyrir um eitt upptakingartiltak. Fólk skulu fara út ymsastaðni og "rudda Føroyar."

Hvat er rusk?

Einaferð sá eg mynd av manni, sum helt seg gera eina góða tænastu við at beina burtur eina sjáldsama jarntunnu. Tunnan var eini 80 ára gomul og hevði ligið hálvrustað í haganum í nógv ár.

Er jarn ikki nóg natúrligt?

Er ein tóm tunna ikki vøkur, hóast hon er mannaskapt?

Og ein gamal, rustaður Ferguson TE20-traktorur frá 1950; hvønn kassa skal hann í?

So ... hvat er rusk? Hvat er dálking? Hvat er vakurleiki?

Hvat skal vrakast? Og hvør skal vraka tað?

Við virðing fyri øllum (eisini tómum tunnum)

Høgni Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo