Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Tiltøk

Heystardagar í Vági er eitt nýtt tiltak í Vági, har Vágur slær dyrnar upp og bjóðar fólki nær og fjar vælkomnum til Vágs at njóta løturnar í heystfrítíðini.

Skráin fyri vikuna er spennandi og fevnir bæði um avdúking av standmynd og heimspremieru av dokumentarifilmi um Suðuroynna.

Heystardagar í Vági byrja leygarmorgunin, tá ókeypis almennur morgunmatur er í Billardhúsinum. Eftir morgunmatin verður standmyndin av Tofta Regini avdúkað vesturi á Sandinum.

Skránni fevnir sum nevnt eisini um eina heimspremiera, tá italskur dokumentarfilmur um Suðuroynna verður vístur í Miðlatúni mánakvøldið. Á skránni er eisini eldradøgurði í Hamragarði – hetta verður týsdagin.

Nógv spennandi rørslutilboð eru eisini á skrá, bæði Hondbóltsskúli hjá VB, ókeypis svimjing í Páls Høll, og Leikaland í Marghøllini og Páls Høll.

Ruth Smith Savnið í Gamla skúla eru eisini opin og ónskvøldið er aftankvirra í Vágs kirkju við luttøku av Hans Jacob Hjelm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo