Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vágatíðindi

Vágakórið hevur Heystkonsert í Gamla skúla í Sørvági, Sunnudagin 25. november 2018, klokkan 19.00.

Á skránni er bæði rytmiskur og klassiskur sangur frá Beatles og Bláum Grasi til Oslo Gospel Choir og Mozart.

Eisini verða nakrir meiri siðbundnir, føroyskir kórsatsir.

Sangskrá:

⦁ Um veturnætur

⦁ Ave verum corpus - við klaverfylgispæli

⦁ Lat meg liva - við klaverfylgispæli

⦁ Jarðareyga

⦁ En stjerne skinner i natt - við klaverfylgispæli

⦁ Jólanátt - við klaverfylgispæli

⦁ Ticket to ride - við bassfylgispæli

⦁ Ave verum virginitas

⦁ Eg eri jólamaðurin - við bassfylgispæli

⦁ Eg rósu upp sá næla

Kórleiðari er Sámal Matras Kristiansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo