Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Birkbloggur: Tað er fult hús, og ikki bara móðurmálið, men eisini fremmand mál, kanska heilt úr fjareysturi, hoyrast frá borðunum í ymsu hæddunum.

Tað er heyst, og eftir klokkuni er summartíðin um at renna út, soleiðis sum vit síggja hana hiðanifrá, verðina og tíðina. Tað er fríggjakvøld, John Mikkelsen tekur ímóti og bjóðar til heystkvøld, sum er næstsíðsta tiltak á gastronomiska kalendaranum í ár.

Við Áarstovubrøðrunum í túninum eru hesi hús eitt ikoniskt eyðkenni har vágin, Kongabrúgvin, gamli býlingurin úti á Reyni og so høvuðstaðurin, sum hann leggur seg út fyri tí ferðandi eftir Áarvegnum, niðan á Vaglið og oman í hina vágna, verða bundin saman. TripAdvisor, sum er brúkarastýrda tænastan hjá teimum, ið ferðast, hevur altíð sett Áarstovu ovast. Tað er sjón fyri søgn.

Barba Svabo Hansen greiðir frá um serstøku heystskránna í kvøld.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo