Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Útlendis ítróttur

Guus Hiddink verður fyribils venjari í Chelsea, eftir at José Mourinho fekk fótin.

Tað váttar London-felagið á síni heimasíðu

Hetta er aðru ferð at Hiddink fær ábyrgdina av Chelsea sum fyribils settur venjari. Í 2009 avloysti hann Luiz Felipe Scolari sum fekk fótin. Tá vann Chelsea FA Cuppin.

Undir leiðslu Hiddinks tapti Chelsea bara ein dyst, á útivølli móti Tottenham.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo