Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Vinna

Seinasta árið hevur fyritøkan hjá Pól Sundskarð hiking.fo umsitið atgongdina til hagan og hólmin í Mykinesi fyri hagaeigarafelagið í Mykinesi, ið hevur samtykt at taka eitt gjald á 100 kr. frá ferðafólki í háárstíðini. 

- Hetta hevur verið ein stór og krevjandi uppgáva. Serliga parturin við at skipa fyri eftirlitinum við vitjandi í oynni hevur verið torførur at samskipa, og hevur tikið ov nógva orku frá okkara kjarnuveitingum, tí hevur hiking.fo valt at siga hesa uppgávuna frá okkum, verður sagt í tíðindaskrivi.  

- Okkara kjarnuvirksemi, ið er fjallatúrar við ferðaleiðara, verður støðugt ment. Virksemið hevur eisini verið nógv í vetur. Vit gleða okkum nú til ljósari og heitari tíðir, og nógvar góðar túrar í fjøllunum saman við okkara gestum, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo