At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Hildarting er nú komið á føroyska marknaðin

Hildarting er eitt taktisk spæl, har ein skal fáa ræðið yvir Føroyar – samstundis sum ein kann læra um oyggjar okkara, meðan spælt verður.

Tað eru teir báðir Tóki Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy, ið hava skapt Hildarting. Teir eru báðir lesandi í Keypmannahavn. Ætlan teirra hevur frá fyrsta dagi verið at skapa eitt borðspæl, har øll familjan kann stuttleika sær, samstundis meðan tey læra um landalæru, søgu og sagnir.

Borðspælið er tó ikki eitt spurningaspæl, men eitt spennandi taktisk spæl, har ein skal fáa ræði yvir Føroyum. Spælið er gjørt so landalæruliga rætt sum gjørligt, og allar føroyskar bygdir og býir eru við í spælinum.

Spælið fæst til keyps um alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo