Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Politikkur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Bárður á Steig Nielsen hevur júst boðað tingformanninum frá at samráðingarnar halda fram.

Við Útvarpið fyri løtu síðani segði Bárður á Steig Nielsen, at góð útlit eru fyri at fáa eina samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin, og tí hevur hann boðað tingformanninum frá.

- Vit hava loyst stórar knútar, men enn er okkurt at fáa upp á pláss, og tað fara vit eisini at megna, segði Bárður á Steig Nielsen.

Útvarpsmaðurin setti honum eisini spurningar um onkra ósemju sum hevði staðist av einum limi í Sambandsflokkinum, og eisini í Miðflokkinum, men allar søgur sum hava gingið undir samráðingunum avvísti samráðingarleiðarin, og segði at einki av tí er satt.

Bárður á Steig Nielsen segði, at leygardagin, tá ið tingið kemur saman, verður alt klárt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo