Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Ein av longstu gudstænastunum nakrantíð endaði við at hindra at ein migrantfamilja í Niðurlondum var send heim aftur.

26. oktober byrjaði gudstænastan fyri at verja armensku familjuna sum taldi fimm, foreldrini og teirra børn Haryarpi (21), Warduhi (19) og Seyran (15).

Seinnapartin mikudagin, 2304 tímar seinni, endaði so gudstænastan.

Tá fekk flóttafólkafamiljan, sum var í kirkjuni at vita, at nú var eingin vandi fyri at tey fóru at verða send heim aftur. Í hvussu so er ikki fyribils, skrivar NRK.

– Vit takka øllum sum hava verið við og stuðla. Vit hava gjørt hetta saman við prestum og vitjandi, skrivar Haryarpi Tamrazyan á Twitter.

Bethel-kirkjan í Haag er eitt lítið kirkja í býnum. Kirkjan hevur seinastu tríggjar mánaðirnar brúkt eina smogu í niðurlendskari lóg, sum bannar løgregluni at avbróta eina gudstænastu. Sostatt hevur løgreglan ikki fingið tikið armensku familjuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo