Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Frætti frá onkrum, at eitt Himmalbræv var sent føroyingum av hinum danska Parnassos. Sjálvsútnevndi politiski og parlamentariski yvirdómarin, Sjúrður Skaale, skuldi vera avsendarin. Hetta fekk meg at leita í ruskspannuni eftir hesum dálkandi plastlummunum, sum varpa Sosialin og greinar Sjúrðs kring landið.

Aksel løgmaður segði í valstríðnum, at hann var í dagligum samskifti við fólkatingsmannin Sjúrð Skaale, harvið er ongin ivingur um, at teir báðir hava samskift um Himmalbrævið, áðrenn apparatchikkurin Eirikur Lindenskov, floksins blaðstýrari, fekk tað inn á redaktiónina.

Himmalbrævið snýr seg um Tjóðveldisflokkin.

Yvirdómarin SS ger greitt, at sleppur Tjóðveldisflokkurin ikki sínari stevnu, síni aðalkós, at skipa ein føroyskan stat, so ber tað ikki til hjá Javnaðarflokkinum at samstarva við hendan flokk. Kravið er ultimativt.

Frammanundan hevur han "lokkað" Aksel til at stigmatisera Fólkaflokkin á sama hátt, Miðflokkurin man vera í minsta lagi líka langt burturi frá socialdemokratiska varmanum og hin nú so radikaliseraði Sjálvstýrisflokkurin hevur ongan livandi kjans í politiska og parlamentariska universinum hjá SS tíansheldur Poul Michelsen. Harvið er Sambandsflokkurin nú einasti flokkurin, sum Javnaðarflokkurin hereftir kann samstarva við. Fleiri spyrja helst, eftir hetta, hvør ið ætlanin er við einari parlamentariskari skipan, sum helst skuldi havt sum endamál at røkka skilaloysnum í felag heldur enn at styggja alt og øll frá sær, makka tey ikki rætt eftir einum, ella sum í hesum førinum tveimum, høvdum. Hetta byrjar smátt um smátt at líkjast øðrum politiskum skipanum, sum bert hava havt ræðuleikar við sær. Hesum fæst ongin rætthugsandi føroyingur at taka undir við.

Skilji væl nýggja javnaðarkonseptið, har Aksel skal vera "hyggeonkel" og Sjúrður maðurin við pískinum, ið bukar og bankar alt og øll, sum ikki ganga í takt sum apologetar eftir Javnaðarflokkinum.

Skilji kortini ikki hesa ræðslu Sjúrðs fyri stevnu Tjóðveldisfloksins. Hon er hugsað og skrivað í 1948, ongantíð broytt, tí átti hon ikki at komið óvart á nakran, í serdeilisheit ikki á Sjúrð Skaale.

Hann hevur sjálvur greitt frá hvussu nógvum flokkum hann onkursvegna hevur verið partur av, men veruliga fundamentið undir politikaranum Sjúrði, sum gjørdi eitt rimmar val hendan dagin, til lukku við tí, verður lagt, táið hann gerst spunasmiður hjá fullveldislandsstýrinum fyri 20 árum síðani, serliga nær knýttur at Høgna Hoydal. Ein vitugur, talentfullur og dugnaligur spunasmiður, ið íðin strembar eftir føroyska nationalstatinum á fyrstu parkett, - fær síðani og helst av hesum sama hug á valdinum.

Hann roynir seg, og eftir at hava verið blaðstýrari á fullveldisblaðnum Fregnum og ritari hjá fólkatingsmanni Tjóðveldisfloksins, verður hann valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 2008. Onkuntíð sat hann eisini sum eykamaður fyri Høgna Hoydal á Danatingi. Innanfloks ósemja um tvey orð í uppskoti til føroyska grundlóg, sum vit enn bíða ótolin eftir, ger, at hann velur at skekla seg frá egnum veljarum og flokkinum, sum hevði borið hann inn um gáttina á Føroya løgtingi. Javnaðarflokkurin gjørdist hansara nýggja politiska heim, hann var kortini ikki ókendur í tí sferuni, og tíbetur eydnaðist roynd hansara ikki, at gera Tjóðveldisflokkin til ein danskan heimastýrisflokk, hesum fingu vit forða fyri, táið tað stóð um neppingina.

Fái meg ikki at trúgva, at ein tinglimur hjá Tjóðveldisflokkinum ikki skal hava vitað, at fremsta mál floksins er, at skipaður verður ein nationalstatur um føroysku tjóðina.

Kortini setur hann nú fram krav um, at Tjóðveldisflokkurin skal sleppa aðalmálið sínum, um hesin framhaldandi ætlar at hava nakað sum helst við Javnaðarflokkin at gera. Eftir tað fær flokkurin hjá Akseli og Sjúrði bert samstarva við Sambandsflokkin. Harvið hevur hann sjálvur, við egnum orðum, staðfest tað sum vit altíð hava vitað, at Javnaðarflokkurin er fremsti samríkjaflokkur, fyri ikki at siga fremsti sambandsflokkur, í Føroyum.

Upp ímóti hesum stendur stevnuskrá Tjóðveldisfloksins. Vænti ikki at stavnafólk floksins fara at lúta fyri ultimativum (donskum) sambandskrøvum frá Sjúrði Skaale, sum vituliga eru konfirmerað av sitandi løgmanni (teir samskifta jú dagliga).

Stórørska kann raka menn av ov nógvum undanvindi og hørðum viðráki, men hetta tykist alt ov væl umhugsað til at vera ein undarligur tanki í eini veikari løtu.

Hinvegin hevur Tjóðveldisflokkurin fleiri parlamentariskar samstarvsmøgleikar, tí kann tað vera hesum flokki líkamikið, um onkur annar av egnum vilja og viti málar seg upp í eitt parlamentariskt horn, bara saman við Sambandsflokkinum – stóru politisku deyðvektini í føroyskum politikki.

Himmalbrævið lokaði ikki politiska himmalin fyri Tjóðveldisflokkinum, heldur dróg frá í loftmyndini og aðrir møguleikar hevja seg úr eimi.

Eitt er líka víst sum Amen í kirkjuni – Sjúrður Skaale og Javnaðarflokkurin fáa aldri vald til at broyta stevnu Tjóðveldisfloksins.

Torbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo