Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Andaktir

Ver andaliga edrúur og tosa ikki um dreymar og sjónir. Tað vóru ráðini, ið unglingin fekk við sær til tænastuna. Ymiskt hevði verið í tí kirkjuliga umhvørvinum, og tað kendist, sum um fólkið hevði mist fótafestið. Gerandisdagurin og lívsins avbjóðingar vórðu skúgvað til viks, tí tað fór at laga seg hóast alt. 

Dreymar og sjónir hava ikki havt stóra rúmd í virkseminum sum prestur. Hóast skriftin vitnar um Guðs talu í dreymi, fyllir hetta ikki nógv í vavi í Halgubók.

Føðing Jesu er randað við frásøgn um Guðs talu í dreymi umvegis einglar, so vit eiga at vera takksom fyri, at Guð kann tala og vísa okkum vegin á so mangan hátt. Vit mega ikki avmarka Guð.

Millum lærd fólk tykist tað alment kent, at dreymarnir umrøða tað, vit hava verið upptikin av um dagin.

Nakað tað sama sæst í GT: “Tí at dreymar koma, har sum nógv er roks, og dáratala, har sum mong eru orð.” (Prædikarin 5,2).

At týða dreymar er eitt kent fyribrigdi í GT. Eitt dømi er dreymurin hjá Farao, sum gudsmaðurin Jósef týddi í útlegd í Egyptalandi.

“Og sí, upp úr Nilánni komu sjey kýr, prúðar og væl í holdum, tær løgdust at bíta sevgrasið. Og sí, aftan á tær komu sjey aðrar kýr upp úr Nilánni, ljótar og illa í holdum. Tær stóðu á áarbakkanum saman við hinum fyrru kúnum. Men kýrnar, ið vóru ljótar og illa í holdum, gloyptu hinum kúnum, ið vóru prúðar og væl í holdum. Tá vaknaði Farao.” (1. Mósebók 41,2-4).

Jósef týddi dreymin, at góðar tíðir vildu verða avloystar av verri tíðum, so vert var at leggja í løður. Búskaparliga verður sagt, at sjey góð ár verða avloyst av sjey vánaligari árum.

Sendirøðin í Svf “Guð signi Føroyar” setti ævinleikan á breddan. Góð fólkslig lýsing og minni faklig viðgerð fekk leiðarar í kirkjum og samkomum at umrøða og møguliga endurskoða virkisháttin.

Um sama mundið droymdi undirritaði ein sjáldsaman dreym. Vanliga eru teir horvnir, tá ið dagurin vaknar. Hesin dreymurin stóð klárur í minninum og varð skrivaður niður.

Haldi, at dreymurin er ætlaður mær sjálvum. Við tað at innihaldið yvirskipað er alment kent í kristnum umhvørvi, verður sagt frá honum í eini andakt.

Ein andakt er ikki eitt fulltikið sveinastykki. Tað er einans ein tekstur, ið eggjar til umhugsni, rannsakan ella gevur eitt gott orð til dagin og vegin.

“Meg droymdi løtuna við inngongdina til himmalin. Talan var ikki um eitt portur av perlum, sum er væl lýst í kendum skemtisøgum ella álvarsamari prædiku.

Inngongdin var ein nútíðar hurð úr glasi, ið mól runt sum í einum keypskála. Ein munur var tó, at einans ein persónur slapp ígjøgnum í senn. Til tess var neyðugt at vísa passið til ein duravørð, ið stóð við inngongdina. Tað var nakað persónligt yvir løtuni, einki mekanisk líkt støðuni á einum flogvølli við tøkni ávegis í flúgvaran. 

Sá fólk koma fram til duravørðin, og tey vórðu høviskliga víst inn í salin. Brádlig var tað mín túrur, og tað gekk ikki sum væntað. Varð vístur til ein lítlan platt og fekk boð um at bíða í tolni. Undraðist yvir boðini, men hevði í fyrstu atløgu ikki dirvi at spyrja hví, hvat og hvussu.

Meðan bíðað varð eftir nærri boðum, gav platturin gott útsýni inn ígjøgnum hurðina úr glasi. Har sóust kend hampafólk, og annað var ikki væntandi enn eitt hóskandi pláss til teirra heima í dýrdini. Har sóust eisini onnur fólk, ið vóru kend fyri eitt sindur av hvørjum. Tað vakti eina gleði at síggja, at teimum varð sýndur ævigur heiður. Dómarin var møguliga ikki so strangur, tá ið til stykkis kom. 

Løtan at bíða kendist long og óunnilig. Loyvdi mær loksins at spyrja, hvør orsøkin var, at mær var tillutað bíðitíð á einum plássi nakað avsíðis.

Svarað varð sorgblítt, at tá ið komið er um evstu sýn, hevur ein og hvør nóg mikið við sjálvan seg. Annað svar varð ikki givið, eingin frágreiðing, eingin átala.

Vaknaði síðan, og náttin kendist sum ein av teimum longu við vøku og svøvnloysi.”

Havi havt stundir at grunda yvir dreymin henda góðveðursdag, nú vit halda frí í fagrasta veðri í Danmark stutt eftir heimligu ólavsøkuna. Niðurstøða er eingin, men nøkur orð frá Meistaranum vitja við jøvnum millumbili.

Dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Verðið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.

Møguliga var tað tvørrandi eyðmýkt, væntandi menniskjanslig atlit og ein færri av sjálvgleði, ið vóru orsøk til støðuna í dreyminum. Tað er harmiligt, um so verður evsta dag.  Amen. 

Orðið: “Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.” (Fyrra Korintbrævið 9,27).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo