Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Mynd: Birgir Kruse

Fyri nøkrum árum síðani las Jacob Vestergaard morgunlesturin í KvF, og sum deknur las hann lestrarnar ræði.

At hann las andaligu morgunføðina fall mongum fyri bróstið – politikari, fólkafloksmaður og so landsstýrismaður í borgarligu samgonguni, tað var langt úti.

Í miðlunum góvu mong ilt av sær. Serstakliga á Facebook komu hógvarnir undan – ikki minst millum kollektivistisku meiningsdannararnar.

Páhaldini vóru, at tað var ósømiligt, óvirðiligt og mangt annað slíkt eyðmerktu sjokeraðu og firtnu (politisku) meiningarnar.

At aktivur politikari las morgunlesturin var undir alt lágmark, varð hildið uppá.

Nú lesur annar aktivur politikari morgunlesturin. Javnaðarmaður og samgongumaður.

Nú hoyrist ikki eitt kis. Eingin er í miðlunum og mótmælir og øtast. Á Facebook er deyðatøgn.

Øll politisku rættvísu og sjálvglaðu, sum ongantíð liggja á boðunum, tá ræður um at kritisera og spilla út tey borgarligu á FB, lata við seg koma nú. Politiski liturin er hin rætti, so nú er valdar friður.

Og gott tað sama, tí hví skal ein politikari ikki sleppa framat mikrofonini at lesa morgunlesturin?

Trúgvur morgunlestrar-lurtari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo