Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Tvær nevndir í løgtinginum í løgtinginum viðgerða í løtuni tvey uppskot við tilknýti til sonevndar "grønar hitaskipanir".

Í fíggjarnevndinini liggur "LL 8/2015 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mervirðisgjald (mvg-frítøka av grønum hitaskipanum)", sum kemur á skrá í fíggjarnevndinini 27/4-2016, og í rættarnevndini liggur "LL 77/2015 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Ymiskir elprísir)" sum kemur á skrá í rættarnevndini 26/4-2016.

Tað er gleðiligt at samgonguskjalið leggur upp til at seta "Ferð á grøna orku". Varandi orkukeldur, t.e. vatnorka, vindorka, sólorka og heitt grundvatn, verða gagnnýttar í dag, men eru tó bert ein viðfáningur í samlaðu myndini (5%). Hetta alt meðan varandi orka regluliga verður koyrd beint á sjógv.

Tað finnast fólk við førleika og áhuga fyri at broyta kósina í Føroyum í dag, men framvegis eru fleiri fortreytir, sum skulu uppfyllast politiskt fyri at tað skal vera reelt møguligt.

El-riknar hitapumur
Grøn orka og grøn orkunýtsla verða í viðgerðini á tingi viðgjørd sum synonym fyri "el-riknar hitapumpur".

Felags fyri uppskotini er eitt misskilt álit á eina ávísa tøkni, el-riknum hitapumpum. Skipanir sum ráðini hálova uttan nakað veruligt grundarlag. Heitir sum "sjóvarhiti" og "jarðhitahol" verða eisini nýtt í marknaðarføringini, men eru tíverri heldur einki annað enn el-riknar hitapumpur.

Úrslitið kann lættliga gerast at løgtingið fer at áleggja føroya fólki eina milliarda eyka útreiðslu, uttanum skattaskipanina, til onga nyttu yvirhøvur.

MVG-frítøka?
Tað verður sagt at stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast, og tað vísir seg at búskapurin í el-riknum hitapumpum er so vánaligur, at tað verður biðið um frítøku fyri MVG til at seta hesar eindir upp.

Jú, íløgukostnaðurin er stórur og peningurin kundi verið nógv betri nýttur til verulig grøn endamál.

Ein umhvørvishóttan
Sonevndu (køldu) "jarðhitaholini" binda uttan fyrilit eina ókenda rúgvu av goymslum við ferskum grundvatni í undirgrundini saman. Hetta virksemið kann tí hótta tilfeingið "reint kelduvatn". Ikki so frægt sum ein umhvørvismeting krevst samband við boringarnar. Tað er hol í høvdið at landið loyvir og enntá vil stuðla slíkum virksemi.

Áseting av el-prísum
Ráðkvinnan í orkumálum tykist, við hvørt, hava heilt aðra fatan av ymsum viðurskiftum enn onnur. Til dømis upplýsir hon fyri tinginum at "elveitingareftirlitið eru teir sum áseta prísirnar" (fyri el-veiting).

Hetta er nýtt fyri fleiri okkara. Ein greinan av hesum hevði ikki verið av vegnum.

Loysir tað seg?
Orkumálaráðkvinnan sigur í síni framløgu fyri Løgtinginum at "Faktiskt er tað soleiðis at vis tú leggur um, so brúkar tú øgiliga nógv minni av olju í einari hitapumpu enn viss tú hevði eitt oljufýr. So uppá tann máta loysir tað seg eisini, sjálvt um tann orkan, sum tú hevði tikið frá, var svørt. Tí at vis tú brúkar kanska millum 2 og 3 túsund litrar í einum húsarhaldi árliga, so hevði tú brúkt undir 1000, vis tú hevði hitapumpu. Also forbrúkið fer niður. So uppá tann mátan fer tað alíkavæl at loysa seg."

Tíverri er hetta ikki í samsvari við veruleikan, sum vit onnur kenna hann, og í uppskotinum fyriliggur eingin dokumentatión fyri hesum yvirhøvur. Vit kundu bara mæla til at ráðkvinnurnar og tingfólk annars, persónliga sjálvi, royna at rokna uppá hitapumpur.

Tá ið vit onnur rokna uppá eitt slíkt, og t.d. gera eina samanbering millum kondenserandi oljufýring og hitapumpu í einum nútímans húsi, fáast heilt onnur úrslit. Seinastu útrokningarnar hjá undirritaða góvu til dømis hesi úrslit:

* Hitapumpan førir til 5844 kWh størri el-nýtslu
* Hitapumpan førir til 18% størri CO2 útlát
* Hitapumpan førir til 172 ferðir so stórt SO2 útlát ( ja, 17200 %)
* Hitapumpan førir til 1183 kr/ár í inntøkumiss hjá landinum
* Hitapumpan førir til 672 kr/ár bíligari rakstur fyri forbrúkaran.
* Hitapumpan førir til eina búskaparliga útreiðslu í rakstur uppá 1183-672=511 kr/árliga
* Hitapumpan førir til ein eyka íløgukostnað, sum tað tekur 171 ár at rinda aftur, um rentan er null, og anleggið heldur hesi árini uttan viðlíkahald.

Tað er soleiðis meira enn torført at fáa el-riknu hitapumpurnar at loysa seg. Bæði so og so.

Tað eigur her at vera nevnt, at kondenserandi oljufýringar, einans eru ein av fleiri møguleikum, sum bera seg betur enn hitapumpur, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga.

Forfordeiling
Greiningin vísir eisini at væntandi punktgjaldið á tungolju longu í dag hevur eina fíggjarliga umfordeiling ella forfordeiling við sær í samband við el-riknu hitapumpurnar. Hetta kundu umhvørvis-gjøld bøtt uppá, og átti Fíggjarmálaráðið at hugt at hesum partinum, og løgtingið kundi hóskandi álagt eitt punktgjald, sum svaraði til tey 80 oyruni/litur sum eru á fýringsolju og autodiselolju.

Hesi og onnur avgjøld á fossilar oljur kundu annars eisini verið tillagað til eitt umhvørvisgjald pr. kg CO2, ið er eindin sum verður nýtt í samband við útlát, eins og krøv og avgjøld áttu at verið innførd fyri útlát av svávul (pr. kg SO2).

Loysnir sum muna
Orkumálaráðkvinnan leggur upp til at fáa skift 18000 oljufýringar út við 18000 hitapumpur á okkurt um 125.000 kr pr stk. ella okkurt um 2250 milliónir. At skift til kondenserandi oljufýringar hevði kostað einar 675 Mkr. Bara her eru 1575 milliónir á muni, og bara fyri munin kundu til dømis einar 160 MW av vindmyllum verði sett upp. Við 728GWh/ár ella tvífalt el-framleiðluna í 2015, hevði hetta gjørt mun!

Tøkni-monopol
Verandi uppskotini blástempla og stuðla kostnaðarmikla tøkni, og skapa harvið eitt tøknuligt monopol.

Hetta skaðar mennningina innan økið og bindur ovurstórar upphæddir í nyttuleysa tøkni.

Spill innan grøna orku
Sjálvt innan "grønu" framleiðsluni, fer nógv millum skins og hold. Eitt dømi: Nýtt er kanska at vindorka, sum kann fáast til høldar, fer beint millum vengurnar. Í 2015 stóðu 18 stk Enercon E-44 910 kW myllur uppi og skuldu væntandi framleitt okkurt um 18*910*0,52*365,24/1000000 ella 74,6 GWh.

Framleiðslan gjørdist 55,8 GWh, so her vænta 18.8 GWh (25%) í. Tað tykist greitt at væntandi eftirlit og monopolstøða kostar samfelagnum nógv, hvørt ár. Fleiri málaráðfólk hava møguleika at broyta hesa støðuna er viljin til staðar.

30MW vind pr ár takk
Tað finnast nógv onnur mál innan orku og umhvørvi í Føroyum sum ikki eru nøktandi. Príseftirlit innan el og oljusølu, veitingar-tryggleiki, el-góðska (spenning og frekvens) og eftirlit innan el-veiting, ja, enntá søplan av varandi orku eru nøkur evnir sum kundu verið viðgjørd.

Av allar stórsta týðningi er tó at fáa nógv størri framleiðslu av el úr vindi.

Okkum tørva eini 600MW og vit eru í løtuni beint undir 20MW.

Leggi tí hitapumpu tiltøkini á hyllina, og fái okkum 30MW av vindorku upp um árið hvørt ár. So fer at bragda.

Tilmæli
Nógv átøk mugu fremjast í tinginum fyri at fáa Føroyar á eina grøna kós, men so leingi so fáir aktørar verða virdir so frætt at teir sleppa til orðana, og at virka annars, koma skilagóðar loysnir ikki til umrøðu og verða tíansheldur ikki framdar í verki.

Tað tykist undirritaða at ráðgevingin til ráðkvinnurnar ikki hevur verið nøktandi, og vit heita tí á nevndirnar og løgtingið um at bíða við viðgerðini av nevndu málum, til ráðkvinnurnar hava gjøgumført eitt veruligt kanningararbeiði, har nógv fleiri partar innan orkuvinnuna veruliga sleppa til orðana og sleppa til verka.

Torkil Zachariassen 

Ein samanbering av tveimum alternativum til upphiting av einum sethúsum - trýst her

Transcript frá røðu hjá Sirið Stenberg í Løgtinginum í samband við 77/2015 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Ymiskir elprísir) við fyrstu viðgerð 18/3-2016 http://www.logting.fo/files/sound/2015/77/1/40-1-031816-153025.mp3

Takk fyri harra formaður

Hetta er eitt uppskot um at differentiera el-prísurnar í mun til grøna orke.

Æe, tað er soleiðis ate … , tað er ikki soleiðisne at landsstýriskvinnan bara kann fara til at áseta prísur.

Elveitingareftirlitið eru teir sum ásetir prísurnar, og har er tað so bundið fyri tað at tað skal vera sami prísur óansæð hvar í landinum tú býr, so tað er ikki tað at man kann gera ta broytingina, men tað er meiri at man kann fáa eina heimild til í kunngerð at áseta prísur í mun til grøna orku, til at røkka tí politiska málinum.

So hetta er faktiskt ein heimild til kunn.., til kunngerð man biður um.  

Æe og je skal royna at svara teimum spurningum sum hava veri reistør.

Og je eri glað fyri at orke og omhvørvisøkið aftur øe ella veruliga er komið á dagsskrá og eg haldi eisini at tað virkar sum at fólk eru áhugaði og vilja hetta økið og okur hava heimsins bestu fortreytir fyri flyta okum grøna vegin og ogur arbeiða oe við ymiskum átøkum og hetta her, kan man siga, er partur av teimum uppskotunum, sum fara at koma. Tað koma øe fleiri onnur uppskot íløbi av hesum árinum. Og til Kára P. Højgård í mun til uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri so, øe, hava ogur verið rættuligani … verið positvur, sera positiv  í mun til tað uppskotið, tí eg haldi tað livur fult upp til tey málini sum samgongan hevur sett sær.

Og tað sum, øe, har sum, …, har tað liggur beint nú, tað er tað, at e tað bleiv øe ein sem.. øe gjørd ein semja í nevndini um tað at e.. fólkini frá Ja… øe gamla Jarðfeingi og og Fíggjarmálaránum skuldu seta sje niður kanska ge… tillaga tað eitt sindur við í mun til okkurt broytingaruppskot til, so tað vóru smærri tillæingar, sum skuldu kanska gera tað bara gera tað uppaftur betri. So tað fer ate, at síggja dagsins ljós aftur, tað uppskotið. Tað haldi je er fínt.

Æe, …, tað er eingin ivi um tað, æe, ate teir láji oljuprísirin sum er nú er, æe, ein kappingarneyti. Men hóast tað, so loysir tað sje allíkavæl, æe, at, …, at leggja um. æe, og tað fer altíð, sjálvandi, at loysa sje fyri umhvørvið. So kann tað gott vera at ogur eru smá, men hóast tað so skulu vit gera, æe, tað, sum liggur í ogra makt at kunna gera. Æe, tað er eisini soleiðis at tey komandi árini eru tað nógv fólk sum standa fyri at skula, æe, skifta æe sína olju- oljufýringar út. Og tað at skifta, æe, onkur nevndi tað at vis man bara skiftur æe yvir til hitapumpe og man stadivekk fær tað frá æe SEV sum fær tað via olje, so, tá kann, ger man bara meira av tí sama. Faktiskt er tað soleiðis at vis tú leggur um, æe, so brúkar tú øgiliga nógv minni av olje í einari hitapumpu enn viss tú hevði eitt oljufýr. So uppá tann máta loysir tað seg eisini, sjálvt um tann orkan sum tú hevði fingið, æe, inn,  sum tú hevði tikið frá, var svørt. Tí at vis tú brúkar kanska millum 2 og 3 túsund litrar í einum húsarhaldi árliga, so hevði tú brúkt undir 1000, vis tú hevði hitapumpu. Also forbrúkið fer niður. So uppá tann mátan fer tað allíkavæl at loysa seg.

Æe, tað eru áleið 18000 oljufýr í Føroyum, og umleið, tað eru bara umleið 1000, sum fáa orke frá grønum orkukeldum. So tað liggur tað eitt øgiliga stórt arbeiði fyri framman vissi okur skulu flyta ogum tann vegin ogur skulla. So eru tað á leið 1000 húsarhald árliga, sum skulu til at leggja um. Og akkurát har kann eisini uppskotið hjá uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum vera ein partur av tað at  skunda undir umleggingina.

Æe, el-framleiðslan á landi er 60% grøn. Men samlað sætt so eru ogur rættuliga svørt, sum fleiri hava víst á. Tað er í umbúna at bjóða út vindorke í Suðuroynni, æe, í ár, og vis tað hendir so hava 10 % av fólkunum í hvussu er møguleika til eisini at blíva íbundin til grønar ork- orkuloysnir. Og tað kann bara vera við til at flyta okkum rættan veg. Sum tað er nú, so er tað umleið 93 % av okkara samlaða forbrúki sum kemur úr olju, og tað er eitt øgiliga stórt tal. Tí skal nógv til. So tað sum ogur snakka um nú er el-framleiðslan á landi. Og tað tað man metir man hevur teir bestu møguleikarnar at røkka langt í hvør fall uppá eitt stutt tíðarskeið. Aðrar avbjóðingar eru so flotin og ferðsla og kanska eisini loftferðsla. Men í mun til upphiting á landi og í mun til el-bilar, so eiga ogur at kunna gera rættuliga nógv tey næsti árini. Ogur fara eisini at gera hesi tingini soleiðis at alt samsvarar við tann veðurlagspolitik sum ogur hav- hava, og ogur fara at dagføra tann politikkin, og har fara allir flokkar at vera boðnir við í tað, æe, samstarvið.

Annika Olsen spurdi í mun til altjóða sáttmálar, og eg kann siga at í hesi vikuni hevur tað verið fundir í Keypmannahavn, um hvussu man skal arbeiða víðari við tí avtalu, veðurlagsavtaluni, sum bleiv gjørd, sum bleiv undirskrivað, ella sum er gjørd. Og fólk frá okum hava verið verið uttanlands hesa vikuna, og arbeitt við tí, og í gjár bleiv tað tikin avgerð um at man skal heita á landstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálum, og á løgmann, um ate arbeiða víðari við at fáa Føroyar sum part av avtaluni. So tað er kann man siga, tað er so farið frá ogum, ella vissi ikki so er tað íhvørfall á veg.

Ogur eru, sum samfelag, øgiliga tengd at oljuprísinum, og tað hevur, faktiskiskt betýðir tað alt fyri okkara búskap. Tað er soleiðis at fer oljuprísurin upp, so æe noyðast ogur ofta at skerja tænastur. So ogur hava øgiliga nógvar orsøkir til at flyta ogum, æe, grøna vegin. Tað er báji tað umhvørvisliga, men tað er eisini tað samfelagsliga, ate æe ogra búskapur er for tætt knýttur at oljuprísinum.

Æe, tað, tað hava verið, æe, fleiri, sum hava nevnt hetta her við at hetta er ein øgiliga víð heimild. Tað vil eg bara geva, æe, rætt í, at tað er tað. Æe, Fíggjarmálaráðið hevur víst á tað, og Lógartænastan hevur eisini víst á tað. Og tað kann gott vera tað at tað hevði verið betri at gjørt, æe, tá ið nú málið kemur í nevnd, at man fekk eitt eitt, gjørt eitt broytingaruppskot, sum skerpaði eitt lítið sindur meira, og presiseraði akkurát hvat heimildin skal vera yvirfyri. Tað havi eg einki, einki, ímóti, vis tað er tað sum skal til. Men, men tað er vigtugt at halda fyri eyga tað, at elveitingarlógin bindur fyri at man kann ikki differentiera prísin í mun til hvar man býr. So tað sum man kann gera nú, tað er í mun til grøna orke, og har var tað heilt klárt hugsað inn tað, at tað skuldi koma øllum til góðar. Og tí skuldi tað gerast soleiðis at man eisini kundi koyra prísinir niður um náttina. So tað er ein máti, kann man siga, sum, sum fær allar borgarar við, so øll kunnu fáa ágóðan av hesum her. So tað, æe, hevði ogur gott kunna presiserað í, í, nevndini, vissi tað er eitt ynski um tað.

Æe, og so hevur tað eisini verið, æe, funnist at ate ate hoyringsfreistin hevur verið stutt. Og ein orsøk til tað, …, hon hevur verið styttri fyri nøkur kann man siga enn fyri nøkur. Ein orsøk til tað, tað er tí ate, æe, frá fyrstani tíð, so metti man ikki, at tað var neyðugt at fara í tingið fyri at fáa heimild til at differentiera prísir. Tí man hevur diffirentierað prísir í so øgiliga nógv ár. Tí at vinnukundarnir hava altíð haft, og hava, ein lægri prís enn hini. Tí helt man at, at tað kundi man gera. Men so kom tað ein æe, ein … ella, so bleiv gjørd ein løgfrøðislig meting sum sigur tað at man skal fara í tingið at fáa hesa her heimildina til at kunna gera eina differentiering í mun til tann grøna politikkin. Og tað er tí, at tað er blivið eitt sindur seint. Og tað er faktiskt fólkini á Jarðfeingi, sum hava gjørt hetta uppskotið. Tí tað bleiv eisini spurt eftir teimum. So tey eru fult inni í hesum her arbeiðinum.

So at, æe, eg haldi at Annika Olsen, var eisini inni á tí, at tað mátti ikki betýða hægri prísir fyri vinnuna. Æe, tað er tað onga… ongatíð verið ætlanun, og, og vinnan hevur faktisk lægri prísir í dag, so at, man kann siga, tað er tikið hond um tey, akkurát við við hesari somu metoduni.

Æhm, og, og av øðrum hoyringspørtum, æh, sær man so tað at, æe, at tað hevur verið, æe, ónøgd frá oljufeløgunum. Og ogur hava so havt tey inni, til ein fund, og hava prátað eitt sindur við tey um at tað vigtugt at tey eisini eru partur av tí arbeiðnum, sum ogur fara at gera, og eg haldi at tey tingini hava loyst seg. So eg haldi at, at eru tað tillagingar sum skulu gerast tá uppskotið kemur í nevnd, til at fáa presierað heimildina, so er tað fínasta slag. Tað sum er vigtugt við hesum her tað er at kunna gera nøkur átøk, sum kunnu flyta okkum grøna vegin, og eisini at fáa lagt upp til at man fær alt fólkið í landinum við. Soleiðis at man ikki, uppá nakran máta, forfordeilir.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo