Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Nú innanhýsis klandrið í tjóðveldis-sektini hevur valdað opinlýst, líka síðani tað groteska missións-møtið í Hovi, hevur KVF stutt sagt roynt at stroytt camouflerandi glasur yvir bæði flokkin og teirra pínliga atburð.

Sjálvur formaðurin hevur fingið forerað drúgva mikrofontíð til at tosa málið heilt í hel við totalt óviðkomandi uttanumtosi.

Í longum kolasvørtum mjørkatosi er hann sloppin at sópa allan tann republikanska køstin undir heilt, so KVF-fólk bara stóðu sum servilir statistar ella beinleiðis hjálptu til við at glasera, bagatellisera og krógva alla ta fúlu politisku skommina.

Men um akkurát somu tíð var ein sera stórfingin, fjølmentur og væleydnaður landsfundur hjá Javnaðarflokkinum hildin í Smæruni í Havn.

Hesin fundur er stórt sæð heilt lopin um av KVF-mikrofon-jassum.

Hetta er annars flokkurin hjá sjálvum løgmanni og tí átti hesin fundur at  fingið serliga stóran ans,  og samrøður áttu at verið við oddamenn í hesum flokki.

Tað hevði verið forvitnisligt og sera rímuligt fyri hyggjarar at hoyrt og sæð, um public-service-skyldan skal haldast; men KORTA-NEI.

Man vísir heldur myndir av eini marathon-líkum brockmanslestri frá landsmøtinum í Hovi afturvið einum ófantaligum tøðleypi og einum krakki omaná einum gomlum slitnum bakelitt-stóli.

Tað er sanniliga munur á flokkum og eisini á monnum í Sortudíki.         

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo